Talan er framvegis um fittan inntøkuvøkstur, sum ber fleiri skattakrónur við sær.
Almenna uppgerðin vísir, at tað fyrra hálvár runnu 74 milliónir krónur fleiri niður í landskassan í skatti, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør. Lutfalsligi vøksturin er 8,03 prosent.
Lutfalsligi vøksturin í landsskatti sammett við í fjør hevur verið rættiliga ójavnur seks teir fyrstu mánaðirnar. Í januar var hann 20,29%, í februar var hann 10,88%, í mars var hann 3,84%, í apríl var hann 10,63%, í mai var hann 5,10% og í juni var hann 9,22%.
Fyrra hálvár var landsskatturin 838,2 millilónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var landsskatturin 764,3 milliónir krónur.