Veðrið er fínt í Fløtugerði í Fuglafirði, har tað er rættur fótbóltsrómur. ÍF verður 75 ár í næstu viku, og í dag bar 3-1 heimasigur ímóti 07 Vestur við sær, at ÍF er nýtt topplið. ÍF hevur sama stigatal sum grannarnir í Víkingi, men málmunurin hjá ÍF er betri, enn hann er hjá Víkingi.
ÍF verður í hvussu so er topplið í ein stóran hálvan tíma aftrat, inntil tað verður greitt, hvussu úrslitið verður hjá KÍ í Trongisvági.
ÍF legði bragdliga fyri, og fuglfirðingar løgdu seg beinanvegin á odda, tá ið Filip Djordjevic var fyrstur á returbólti, eftir at Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum hevði hálvbjargað, tá ið Steinbjørn Olsen royndi seg við brotssparki.
ÍF var fyrstu løtuna omaná, og tað vóru aðrar spentar støður í brotsteiginum hjá gestunum. Men sum fyrri hálvleikur leið, fekk 07 Vestur tak á spælinum, og fram ímóti steðginum var tað fleiri ferðir heilt spennandi frammanfyri Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum.
Gongdin var ikki nógv øðrvísi fyrstu løtuna eftir steðgin, men so var tað, at Uros Stojanov vísti, hvussu stóran týdning tað hevur at eiga sannan málrev. Bogi Reinert Petersen legði fram úr høgru, og við handara stólpa og úr 10 metrum sendi Uros Stojanov bóltin við høvdinum og í handara síðunetið.
Spenningur kom í aftur, tá ið norski álopsspælarin Erling Flovte Myklebust minkaði um munin eftir upplegg frá miðverjanum Eiler Fróðason. Tá varð spenningur í, og 07 Vestur spenti álopsbogan fyri at vinna javnleikin. Tað eydnaðist ikki, tí seks minuttir undan leikloki staðfesti Filip Djordjevic 3-1 sigurin. Uppleggið átti eingin annar enn Uros Stojanov.