Í dag er 76 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, á fyrsta sinni varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, tá føroysk skip høvdu tørv á einum flaggi, ið staðfesti at talan ikki var um donsk skip. Danmark var um hetta mundi hersett av hinum partinum í krígnum, Týskland.
Tað verður sum vant hátíðarhildið kring alt landið, og skipað verður fyri flaggdagshaldum við skrúðgongum og fólkafundum í fleiri býum og bygdum.
Hóast Merkið fyrst varð viðurkent í 1940, so varð tað fyrstu ferð tikið í nýtslu longu í 1919, tá Jens Olivur Lisberg og aðrir teknaðu tað.
25. apríl hevur verið hátíðarhildin sum flaggdagur føroyinga síðani 1947, og í heimastýrislógini frá 1948 verður staðfest, at Merkið er føroyinga.