Tað stóra takið hevur verið at tálma hallinum á fíggjarlógini, uttan at økja umarbeiðsloysið.
Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ið hann beint fyri døgverða í dag almannakunngjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri í ár.
Hann staðfesti, at næsta ár verður hallið á fíggjarlógini 767 milliónir krónur og tað er tað sama, sum hallið verður í ár, tá ið avtornar.
Útreiðslur í stað
Hann staðfesti, at hetta er eitt ótrúliga stórt tal. Hinvegin legði hann dent á, at sjálvur raksturin er bara vaksin 0,3% og tá ið lønarhækkingin upp 3% á almenna arbeiðsmarknaðinum roknaður upp í.
Og hann helt, at tað mann vera langt síðani at so lítil hækking hevur verið.
Inntøkurnar eru mettar til góðar 3,9 milliardir í inntøku. Av teimum er sløk 1,7 milliard í inntøku av skatti, inntøkan av avgjøldum er slakar 1,6 milliard og danska ríkisveitingin er 635, tá ið alt er talt við.
Ùtreiðslurnar eru slakar 4,7 milliardir og harav vera útreiðslurnar til rakstur slakar 4,3 milliardir og 317 milliónir eru settar av til íløgur.
Inntøkurnar minka
Tá ið hallið er so stórt, hóast raksturin stendur í stað, er tað tí, at inntøkurnar hjá landskassanum eru nógv lækkaðar.
- Bara frá 2008 til í dag eru inntøkurnar minkaðar 220 milliónir og tað eru serliga inntøkurnar av mvg og avgjøldum, sum eru lækkaðar.
Tá ið útreiðslurnar so samstundis veksa, er tað greitt, at hallið má veksa.
Tí er tað tann stóra avbjóðingin at fáa tamarhald á hallinum.
Men tað skal gerast uttan at traðka so hart á bremsuna, at tað fer at elva til økt arbeiðsloysi.
Tað er nevniliga eisini ein týðandi almenn uppgáva at tryggja, at taka broddin av arbeiðsloysinum, tá ið tíðirnar versna, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Tí hevur landsstýrið lagt dent á, at tær íløgur, sum verða gjørdar, skulu kasta so nógv arbeiði av sær sum gjørligt.
Samstundis er dentur lagdur á at spjaða íløgurnar um alt landið.
Av tí sama eru allar tunnilsætlanir útsettar, tí tær kasta ikki so nógv arbeiði av sær.
Hetta er ikki løtan at fara undir tunlar og fara vit undir tunlar nú, kann tað máa trúvirðið undan samgonguni, tí samstundis eru intriv gjørd í vælferðarøkið, sigur Jóannes Eidesgaard
Hinvegin er peningur settur av til at bjálva og umvæla almennar bygningar.
Ein slík flótandi granskingarlund kann verða ein góð byrjan uppá at menna granskingarumhvørvið í Føroyum, helt landsstýrismaðurin.
Samstundis er peningur settur av til nýtt havrannsóknarskipm, sum skal byggjast í Føroyum, fyri at sparka lív aftur í føroyskt skipasmíð, sum er at kalla deytt.
Samstundis er munandi meiri sett av til at byggja eldraøkið út fyri og til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Vegarbeiðið, sum Landsverk hevur í gerð, skulu halda fram og hartil skal umvælingin av Landssjúkrahúsinum halda fram.
Annars ivast hann ikki í, at tað fer at vera ein øgiliga torført talv at finna eina semju um fíggjarlógina.