– Dagurin – 13. apríl – eitur Jústinus. Og í dag eru liðin 77 ár síðani, at bretskir hermenn tóku valdið í Føroyum, eftir at Danmark var hersett av Nazitýsklandi fýra dagar frammanundan.
TRÝST HER fyri at síggja Sosialin fyri 17. apríl í 1940,
... har skrivað verður um hersetingina. Løgtingið mótmælti, um enn stillisliga, og J. C. Mason, konsul, svarar høviskliga, at hersetingarvaldið fer at virða galdandi lógir
Axel Tórgarð skrivar í "Dagar og nøvn í álmanakknum", at 13. apríl eitur Jústinus, og at hann er deyður umleið ár 165.
Hann var heiðin maður í Sámáriu, ið varð upplærdur í grikskari heimspeki og fekk navnið heimspekingurin. Hann gjørdist kristin og varð tí tikin av døgum í Róm. Navnið merkir hin rættvísi.
Føroyar vórðu hersettar av bretum hendan dagin í 1940.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)