Aling
Toskaalingin hjá Faroe Codfarm í Hvalba hevur verið fyri einum keðiligum bakkasti. Hetta hendi fyri seks døgum síðan, tá ein pumpa í alibrúkinum steðgaði og fleiri túsund toskar, sum skuldu takast til sláturs í heyst, doyðu.
Richard Rognsøy, stjóri í Faroe Codfarm, váttar, at út við 8.000 toskar eru deyðir.
Doyðu av ilttroti
Toskaalingin í Hvalba fer fram í tveimum stórum kørum, sum standa uppi á landi í Nesi í Hvalba.
Sjógvur verður pumpaður upp í kørini og rennur síðan í havið aftur. Soleiðis hevur fiskurin fingið nýggjan sjógv og ilt alla tíðina.
Men fyri seks døgum síðan hendi tað, sum ikki skuldi henda. Tá steðgaði ein pumpa, og hetta førdi til, at út við 8.000 toskar doyðu av ilttroti.
Stjórin í Faroe Codfarm, Richard Rognsøy, sigur, at nú hesir toskarnir eru deyðir, svimja umleið 22.000-23.000 toskar eftir í teimum báðum kørunum í Hvalba.
- Hetta er alt fiskur, sum skuldi takast til heystar, og nú verða so hesir fiskarnir færri at taka.
Hann sigur, at miðalvektin á fiskinum í kørunum í Hvalba liggur um stívliga tvey kilo, harav teir minstu viga minni og teir størstu munandi meira.
Richard vil ikki seta tøl á, hvussu nógv deyði fiskuri er verdur í krónum og oyrum, men rokna vit teir umleið 8.000 fiskarnar um til kilo, er talan um 16 tons.
Hann vísir á, at kiloprísurin er umleið 20 krónur í miðal fyri heilan fisk og umroknað til krónur, er talan soleiðis um eitt virði av 320.000 krónum.
Enn er fíggjarligi missurin ikki endaliga uppgjørdur.
Back-up skipan
Richard Rognsøy sigur, at fiskurin í alibrúkinum í Hvalba er tryggjaður, men tað vil undir slíkum umstøðum altíð vera soleiðis, at eitt tílíkt bakkast er óheppið.
Hann sigur, at Faroe Codfarm fer at tryggja pumpuskipanina betri, soleiðis at teir alla tíðina kunnu hava eina eykatrygd.
- Vit noyðast soleiðis at fáa okkum eina back-up skipan, har ein eykaskipan tekur við og byrjar at pumpa, um virknað pumpuskipanin svíkur, sigur stjórin í felagnum.
Alt takast
Richard Rognsøy sigur, at allur fiskurin, sum gongur í báðum kørunum í Hvalba, verður tikin til heystar, og felagið hevur keyparar, sum vilja hava henda fiskin.
- Fiskurin, sum verður tikin fyrst, vigar upp ímóti 3,5 kilo, sigur hann.
Faroe Codfarm arbeiðir annars við at útbyggja toskaalingina við seks nýggjum og nógv størri kørum enn teimum verandi.
Stjórin váttar, at tað er ikki lætt at fáa íleggjarar í tíðum sum hesum, men felagið arbeiðir framvegis við hesi ætlan.
Tá fiskurin, sum nú gongur eftir í kørunum, er tikin og seldur, fær felagið nakað av kapitali at arbeiða við.
- Tey bæði kørini, vit hava í løtuni, eru umleið 650 rúmmetrar hvørt. Hinvegin eru tey seks kørini, sum vit ætla at seta upp her suðuri, 1900 rúmmetrar hvørt, sigur Richard Rognsøy, stjóri í Faroe Codfarm.
Tvey feløg
Í Føroyum fer toskaaling fram á tveimum støðum.
Í Hvalba verður fiskurin aldur í kørum, og á Árnafirði fer aling fram úti á vánni í aliringum, soleiðis sum vit kenna tað frá laksa-og sílaaling.
Føroysku toskaalararnir ala bæði tosk, sum hevur sín uppruna á Føroyabanka og tosk, sum heldur til á landgrunninum.
Tað er serliga toskurin, ið kemur av Føroyabanka, ið spenningur hevur verið um, tí hetta er ein serstakur fiskur við serliga góðum vakstrareginleikum.
Allur toskurin hjá Faroe Codfarm í Hvalba hevur sín uppruna á Føroyabanka.