80 fólk særd tá japansk ferja sigldi á hval

Ein samanstoytur millum eina ferju og eftir øllum at døma eitt stórt avdjór elvdi til, at 8 fólk fingu skaða

Ein ferja í Japan hevur stoytt saman við tað, sum eftir øllum at døma er eitt stórt havdjór. Í óhappinum, sum hendi út fyri oynna Sado, fingu fleiri enn 80 fólk skaða.

 

Tað upplýsir sjóverjan sambært miðlum á staðnum.

 

Fimm fólk hava fingið álvarsamar skaðar. Tað skrivar japanska tíðindastovan Kyodo News.

 

Tey hava funnið eina 15 cm langa rivu í afturstavninum á ferjuni.

 

Sambært ferjufelagnum, Sado Steam Ship Co., eydnaðist tað kortini ferjuni at náa fram til málið á oynni. Sado liggur út fyri vesturstrondina á størstu oynni í Japan, Honshu.

 

Ferjan, sum siglir úr havnini Niigata á Honshyu, hevði 121 ferðafólk og manningin taldi fýra.

 

Japanska sjóverjan er enn í ferð við at kanna orsøkina til vanlukkuna, sum hendi seinnapartin í gjár lokala tíð. Sjóverjan heldur, at ferjan kann hava rakt ein hval ella eitt annað stórt havdjór.

 

Tað er ikki fyrstu ferð, at ferjur renna saman við havdjór í Japan og at fleiri ferðafólk fáa skaða.

 

Í apríl í 2006 fingu minst 86 fólk skaða, tá ein japansk háferðarferja sigldi inn í ein hval.

 

Ferjan, sum var á veg úr býnum Ibusuki á suðuroddinum á onni Kyushu, hevið 103 ferðafólk umborð, tá samanstoyturin hendi.

 

Fleiri ferðafólk og manning søgdu tá sjóverjuni, at tann 165 tons tunga ferjan hevði rent á ein hval.

 

Tað er ikki óvanligt, at skip í økinum kring Japan renna á hvalir, men tað er óvanligt, at slíkir stoytir elva til álvarsamar skaðar.

 

/ritzau/AP