80 milliónir krónur til skúladepilin

80 milliónir krónur eru settar av í 2012 til bygging av skúladeplinum við Marknagil.

Tað stendur í uppskotinum til fíggjarkarmin, sum varð almannakunngjørdur í morgun.

Nógv tann størsta íløgan næstu árini fer til skúladepilin í Marknagili. Hóast 80 milliónir krónur eru settar av til verkætlanina í 2012, er tað ikki nóg mikið til, at verkætlanin kann vera liðug í 2014. Skúladepilin fer at kosta út við eina hálva milliard í alt.

Árini 2010 og 2011 vóru 61,5 milliónir krónur játtaðar.

Sambært verklagslógini er heimild at hava byggiútreiðslur fyri 391 milliónir krónur. Restin er til innbúgv.