800.000 krónur til at talgilda bløð

Nú er greitt, at Mentamálaráðið hevur 800.000 krónur tøkar til arbeiðið, sum skal til, til tess at talgilda øll tey føroysku bløðini, sum eru til skals á Landsbókasavninum.

Hetta er ein verkætlanin, sum hevur verið í umbúna í eina tíð. Zakarias Wang, fyrrverandi studentaskúlalærari og bókaútgevari, hevur verið ein primos motor í hesi verkætlan. Hann hevur sett blaðstjórararnar á Sosialinum og Dimmalætting – eins og landsbókavørðin, Erhard Jacobsen og deildarstjóran í mentamálaráðnum, Martin Næs, saman til tess at finna fram til, hvussu tey gomlu føroysku bløðini kunnu talgidlast - ella digitaliserast, sum tað eitur á fremmandamáli.

Endamálið er sjálvandi at leggja øll tey gomlu bløðini tøk á internetinum.

Nýggjaru útgávurnar av bløðinum er talgild. Eitt nú hevur Sosialurin øll bløðini, sum eru komin út síðani 1. januar í 2000, tøk í talgildum formati. Og flestu teirra eru longu tøk á serligu útgávuni hjá Sosilianum, sum kann lesast á www.sos.fo.

Tað er sum vera man kostnaðarmikið at skanna fleiri hundraðtúsund blaðstíður. Men vit á Sosialinum hava arbeitt við hesi verkætlan í eina tíð, tí vit vilja fegin hava allar útgávurnar av Sosialinum, sum eru útgivnar, tøkar á netinum. Men tá Føroya Landsbókasavn vil gera hesa verkætlan, so vil Sosialurin geva Landsbókasavninum loyvi til at skanna allar útgávur av Sosialinum, sum eru komnar út síðani 26. mai í 1927, tá Sosialurin kom út á fyrsta sinni.

Tekniskt kann hetta gerast við at skanna mikrofilmarnar, sum eru gjørdir av øllum útgávunum av bløðunum. Men teir mikrofilmarnir, sum eru til taks á Landsbókasavninum, eru í so ringum standi, at tað ber illa til at skanna teir. Men tíbetur liggur originalur av øllum filmunum til skjals í Danmark. Og tað er nógv lættari – og harvið nógv bíligari – at skanna frá mikrofilmi heldur enn av pappíri.

Soleiðis ber til at skanna øll tey føroysku bløðini, sum eru komin út fyri ár 2000, fyri hesar 800.000 krónurnar, sum Mentamálaráðið hevur sett av.

At øll bløð, sum eru komin út í Føroyum í allar tíðir, verða tøk á internetinum, hevur sera stóran týdning fyri føroyska gransking. Tí bløðini eru lykilin til samtíðarsøgu Føroyar.

Tí kunnu vit øll fegnast um hesa verkæltan. Tað kunnu vit, sum varða av bløðunum eisini, men hetta hevur so sanniliga týdning fyri okkum øll.

– Vit í Miðlahúsinum fegnast tí um hesa raðfesting hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum!