800.000 noyðast til hús

Hóast tingingar í mánaðir eru demokratarnir og republikanararnir í USA framvegis ikki samdir um ársins fíggjarlóg, og higartil hevur samfelagið virkað við fyribilslógum. Freistin at semjast um fíggjarlógina er úti í dag, og hóast partarnir sótu leingi á fundi í gjárkvøldið, kundu teir ikki semjast.

Semjast partarnir ikki í dag, verður avleiðingin, at umleið 800.000 fólk í almennum starvi noyðast til hús, og at fleiri milliónir fólk missa atgongdina til nógvar almennar tænastur. Ein onnur avleiðing verður, at pensjónir og ymsar veitingar verða ikki útgoldnar, skrivar NTB.

Demokratarnir og republikanararnir eru samdir um, at tað er neyðugt at skerja útreiðslurnar á fíggjarlógini millum 30 og 40 milliardir dollarar, men teir eru ósamdir um, hvussu tað skal gerast. Hetta er eitt stórt tal, men tó ein lítil partur av einari fíggjarlóg, sum er 3.700 milliardir dollarar.