Kring alt landið mangla av álvara leigubústaðir.
Bústaðir metir bráðfeingis tørvin á leigubústøðum í dag, um alt landið og við lestrar-, vardum og eldravinarligum leigubústøðum, at vera 800–1.000 eindir. Tað kemur fram í lógaruppskotið, sum verður til 1. viðgerðar í Løgtinginum í dag.
Endamálið við uppskotinum er at geva Bústøðum víðkaðar heimildir til at fáa til vega fígging.
- Føroyskir peningastovnar og pensjónsfeløg hava víst áhuga í at seta pengar í verkætlanirnar hjá Bústøðum at byggja leigubústaðir, men Bústaðir hevur í løtuni onga lógarheimild at útvega fremmanda fígging til hesar verkætlanir. Samstundis er greitt, at nógv størsti parturin av uppsparing føroyinga í dag verður settur í útlendsk virðisbrøv, herundir donsk realkredittlánsbrøv. Henda uppsparing er harvið m.a. við til at menna bústaðarmarknaðin uttanlands, heldur enn í Føroyum, skrivar landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum, Kristina Háfoss, í lógaruppskotinum.
- Fyri at fremja ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað og samstundis ein meira fjøltáttaðan føroyskan fíggjarmarknað, verður hetta lógaruppskot, sum heimilar Bústøðum at útvega fígging umvegis lánsbrøv til føroyskar íleggjarar og lántøku frá m.a. føroyskum pensjónsfeløgum og øðrum grunnum og stovnum, ið hava tørv á at plasera gjaldførið, lagt fyri Løgtingið, skrivar hon.
Tingfundur er klokkan 13.00 í dag.