800 fólk í óvissu hjá Faroe Seafood

Tað er greitt, at tá ein so stór fyritøka – í einum so lítlum samfelag sum Føroyar - stendur og rillar, skapar hetta nógv órógv millum tey fólk, sum hava sítt livibreyð á virkjum og á skipsdekki. Sosialurin hevur í dag hugt at, hvussu stórt Faroe Seafood samtakið í veruleikanum er, hvussu nógv fólk eru knýtt at hesum virksemi, og hvussu lønir og hýrur býta seg yvir ymisku partarnar av fyritøkuni

KREPPA

Tá Faroe Seafood ein av fyrstu døgunum í september í ár helt ársaðalfund, har roknskapurin varð góðkendur, gjørdist samstundis greitt, at samtakið í 2009 hevur havt eitt hall, sum er slakar 16 miljónir krónur. Árið fyri var hallið hálva triðju ferð so stórt.
Á ársaðalfundinum, har útskifting eisini var í nevndini, ásannaði felagið, at tørvur er á bøttum fíggjarligum grundarlagi, og at arbeitt hevur verið við eini loysn í longri tíð.
Toftamaðurin, Anfinn Olsen, sum var nevndarformaður í gomlu nevndini, segði formanssessin frá sær, og í hansara stað varð ein annar toftamaður, Ingi Højgaard, advokatur, valdur.
Nýggjur í nevndini var eisini Ali Celebi, og hinir nevndarlimirnir eru Eyðun Olsen, sum er næstformaður, Jónsvein Knudsen og Kristoffur Laksá.

Enn í óvissu
Fyrst í september í ár segði leiðslan í Faroe Seafood seg vóna, at nøktandi loysn verður funnin á fíggjarliga grundarlagnum í næstum, men nú vit eru komin út í november mánaða, er framvegis eingin hvítur roykur komin úr skorsteininum.
Hetta merkir, at eini 700-800 fólk, sum eru í starvi hjá samtakinum, framvegis bíða í óvissu eftir, hvør lagnan hjá hesi stóru og týdningarmiklu fyritøku í føroyska samfelagnum verður.
Hvussu stór henda fyritøka í veruleikanum er, skulu vit venda aftur til seinni í hesi grein.
At tað ikki hevur verið lætt hjá leiðsluni í Faroe Seafood í langa tíð, sæst bæði á rakstrarliga hallinum undanfarin ár, eins og felagið er fíggjað av tveimum peningastovnum, sum báðir eru farnir av knóranum.
Fyri tveimum árum síðan varð størsti íslendski bankin Kaupting, sum var partur av fíggingini aftanfyri Faroe Seafood, yvirtikin av íslendska fíggjareftirlitinum, og fyri bert fáum vikum síðan varð Eik Banki, sum fíggjar umleið 150 miljónir krónur av skuldini hjá felagnum, yvirtikin av dønum.
Fyrr í heyst varð upplýst, at samlaða skuldin í Faroe Seafood er umleið 480 miljónir krónur.
Longu áðrenn Eik Banki fór á húsagang, væntaði leiðslan í bankanum sær ikki tap av eini umskipan av skuldini hjá Faroe Seafood, tí bankin hevur ikki veitt lán til virkir og maskinur.
Av teimum 150 miljónum krónunum, sum Eik Banki hevur lænt stóra fiskivinnusamtakinum, vóru stívliga 100 miljónir krónur veittar sum rakstrarkredittur og 50 miljónir krónur sum lán til skipafígging.
Rakstrarkreditturin hevur trygd í seldum fiski og fiskagoymslum, og skipafíggingin hevur veð í skipum.

Eitt stórt felag
Sosialurin hevur í dag hugt eftir, hvussu stórt Faroe Seafood samtakið í veruleikanum er, og sigast skal beinanvegin, at hetta er ein velduga stór vinnufyritøka – hin størsta á Føroyalandi.
Tað er altíð torført at gera upp í ársverkum, tá tú hevur við fiskavirkisvinnu at gera, tí arbeiði er skiftandi, og serliga nú lítil upsaveiða hevur verið síðan einaferð í summar, eru vikurnar á ávísum fiskavirkjum ikki fullar.
Landingarnar eru eisini knýttar at veiðini, og tá ein partur av virkseminum hjá Faroe Seafood fer fram á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará, verður hetta virksemi eisini skiftandi – alt eftir, hvussu nógvur fiskur kemur upp á land.
At enda kunnu vit taka ísfiskatrolararnar, sum eru undir hattinum hjá Faroe Seafood. Menninir, sum sigla við hesum skipum, sigla eftir ávísum skifti, men tá árið er lokið, kann talið av monnum, sum hevur verið umborð á einum pari, telja væl meiri enn tríggjar manningar tilsamans.
Taka vit alt virksemi hjá Faroe Seafood, sum vit koma nærri inn á í næsta broti av hesi grein, starvast gjøgnum eitt ár millum 650 og 860 fólk í fyritøkuni.

Lýsing av samtaki
Í stuttum kann sigast, at P/F Faroe Seafood Samtakið hevur hesi feløg undir sínum hatti: P/F Faroe Seafood (móðurfelag), P/F Faroe Fish I, P/F Faroe Fish II og P/F Kongshavn. Umframt nevndu feløg, eigur móðurfelagið eisini trý feløg, sum virka uttanlands, ávikavist í Danmark, Stórabretlandi og í Fraklandi.
Virkini, sum Faroe Seafood eigur og ræður yvir, eru sjey í tali - í Vági, Tvøroyri, Tórshavn, Vestmanna, Miðvági, Saltangará og á Toftum. Tvey av hesum, ávikavist á Tvøroyri og í Miðvági, eru ikki opin.
Faroe Seafood eigur eisini ísfiskatrolarar ella partrolarar, sum vit plaga at rópa teir. Hesir eru Heykur, Falkur, Rókur, Lerkur, Stelkur, Bakur, Jaspis og Ametyst. Teir seks fyrst nevndu eigur felagið 100%, meðan parturin í Jaspis og Ametyst er 66,66%.
Aftrat partrolarunum eigur felagið eisini 50% í djúpvatnstrolaranum Eydnu.
Undir hattinum hjá Faroe Seafood er eisini landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará.

Nógv arbeiðspláss
Eftir føroyskum mátistokki er Faroe Seafood ein velduga stór vinnufyritøka, sum sjálvsagt hevur stóran samfelagsligan týdning.
Millum 500 og 700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum. Hetta eru tó ikki ársverk. 100-120 mans eru knýttir at skipunum, 40 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn – og 12 fólk eru knýtt at virkseminum hjá felagnum uttanlands.
Hetta merkir, at samlaða talið av fólki, sum starvast hjá Faroe Seafood, liggur onkustaðni millum 650 og 860 fólk.
Hyggja vit eftir, hvussu nógv samtakið rindar í arbeiðslønum og hýrum til skipsmanningar í eitt ár, sær myndin nøkulunda soleiðis út:
Fyri virksemið á flakavirkjunum er talan um einar 150 miljónir krónur, hýrur til skipsmanningar eru umleið 50 miljónir krónur, og til landarar og umsiting á landingarmiðstøðini í Saltangará rindar felagið umleið 10 miljónir krónur.
Leggjast skal aftrat, at íroknað hesi tøl eru eisini arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønir.
Samlaði umsetningurin hjá Faroe Seafood samtakinum liggur um einar 700-800 miljónir krónur um árið.
Tey fimm flakavirkini, sum eru í gongd, keypa umleið 30.000-35.000 tons av ráfiski um árið og skipini, sum samtakið eigur – ella eigur part í – fiska umleið 20.000 tons um árið.

Stórir ringvirkningar
Tað er greitt, at tá ein so stór fyritøka – í einum so lítlum samfelag sum Føroyar - stendur og rillar, skapar hetta nógv órógv, fyrst og fremst millum tey fólk, sum hava sítt livibreyð á virkjum og á skipsdekki.
Eingin ynskir sær ótryggleika undir síni tilveru, og tað gera hesi fólk sjálvsagt heldur ikki. Øll hava tey roynt sítt besta, men seinnu árini hevur hetta ikki rokkið til.
Komandi tíðin fer at vísa, um Faroe Seafood samtakinum, sum so mong eru tengd at, verður lív lagað.
Í hesi grein er ikki nomið við teir ringvirkningar, sum eitt so stórt virksemi skapar kring um landið við teirri keypiorku, sum hetta virksemi skapar – eins og við flutningi í Føroyum og millum lond.