83 tons av sjógvi í nýggjum hyli á Argjum

Føroya Sjósavn prógvar sítt virðið við nýggjum og stórum hyli, har høvi verður at sita innandura og hyggja eftir forvitnisligu fiskunum út gjøgnum ein stóran rút.

Tað er ein veruleiki, at eitt nýtt og virðiligt sjósavn stendur ikki uppi tey fyrstu 2-3 árini, men tað merkir tó ikki, at einki hendir á Føroya Sjósavni á Argjum.

 

Á Heystfagnaðinum seinni í mánaðinum er ætlanin, at vitjandi skulu kunna sita og hyggja gjøgnum ein stóran rút og síggja spennandi fiskar í einum nýggjum og stórum hyli. 

Úti í túninum eru nakrar bingjur sveisaðar saman, og millum bingjurnar er ein hylur, sum er 6 ferðir 6 metrar í vídd við einari vatnstøðu, sum er stívliga tveir metrar.

 

Sjálvur hylurin rúmar umleið 83 tonsum av sjógvi, og soleiðis er hesin hylurin nógv størri enn nakar annar hylur á sjósavninum.

Inni í tí eini bingjuni, sum er við til at mynda nýggja hylin, er ein stórur rútur, og her kunnu fólk sita og hyggja eftir fiskunum gjøgnum rútin. 

Heini Hátún, stjóri á Føroya Sjósavni, vísir á, at nú fer at bera til at bjóða smærri bólkum at sessast og kanska eta ein bita, sum kemur uttanífrá, samstundis sum gestirnir sita við stóra rútin og síggja fiskarnar. 

Ætlanin er, at nýggi hylurin skal vísast fram alment á Savnsfagnaðinum seinni í mánaðinum.

- Vit eru sera takksom fyri tann stuðul, vit fáa – ikki minst frá vinnulívinum og eisini frá sjálvbodnum eldsálum - sum vilja hjálpa okkum at menna okkara virksemi. Vit hava sera gott samstarv við fleiri partar, sigur hann.

Føroya Sjósavn hevur eisini eitt sera gott samstarv við Havstovuna, har savnið hevur fingið nógvan livandi fisk frá havrannsóknarskipunum, fyrst Magnusi Heinasyni og nú Jákupi Sverra, og fiskurin, sum nú svimur í nýggja hylinum, er eisini komin frá Jákupi Sverra. 

Søgan um Føroya Sjósavn byrjar í 2007, tá poinerurin á økinum, Bjørki Geyti, í smáum fór í holt við at skipa eitt avmarkað sjósavn í Rættargøtu 8 á Argjum. Tað var skjótt, at savnið vakti ans her heima. 

Øll árini síðan hevur sjósavnið húsast í gamla Íshúsinum á Argjum, har karmarnir eru trongir og avmarkaðir í mun til tær ambitiónir, sum eru í dag og sum ynskiligar eru í framtíðini.

 

Tað er einki at taka seg aftur í, at Bjørki Geyti hevur verið primusmotorur og hevur saman við soninum, David, og øðrum góðum fólkum gjørt eitt megnar arbeiði.   

 

Hóast avmarkaðar karmar, er Sjósavnið ein rættilig attraktión. Undanfarin ár hevur lutfalsliga lítið verið gjørt við marknaðarføring, og so kortini hevur savnið havt millum 10.000 og 14.000 vitjandi um árið.    

 

##med2##

Eftir at stjórin hesi árini, Bjørki Geyti, legði frá sær fyri aldur, gjørdist Heini Hátún stjóri, og tað er hann, sum nú stendur á odda fyri arbeiðnum at útvega fígging, projektera, byggja og reka eitt nýtt, stásiligt og virðiligt sjósavn.   

Eitt flott arkitektauppskot er gjørt, og Føroya Sjósavn hevur fingið tilsøgn um partar av fíggingini til íløguna, sum skal gerast. Nýggja savnið verður ein stásiligur og nútímans bygningur beint við innsiglingina til høvuðsstaðin. 

- Umframt at vera eitt sjósavn, sum fer at vísa eitt fjølbroytt úrval av tí livandi, sum Føroyar eiga fram við strendurnar og á landgrunninum annars, fer bygningurin at rúma ymiskum fjølbroyttum og gevandi virksemi, eins og her verða granskingarmøguleikar.

Heini Hátún ásannar, at talan er um eina stóra og spennandi verkætlan, sum tilsamans fer at snúgva seg um stívliga 100 milliónir krónur - alt eftir, nær endaliga fíggingin kemur á pláss. Málið er, at nýggja sjósavnið skal standa liðugt onkustaðni miðskeiðis í 2028.

 

##med3##

 

 

Heini Hátún, stjóri í Føroya Sjósavni

Eitt flott arkitektauppskot er gjørt, og Sjósavnið hevur fingið tilsøgn um partar av fíggingini