85 ára gamla handritið hjá Onnu Evensen komið til Føroya

Í 2003 hevði FF-blaðið eina forvitnisliga røð, sum var grundað á frásøgn hjá Onnu Evensen, fødd í Havn í 1841. Nú er upprunahandritið komið til Føroya

FF-blaðið var í síni tíð eitt ógvuliga fjølbroytt fakfelagsblað, sum umframt fiskivinnutíðindi og felagstíðindi eisini hevði nógv søguligt tilfar. Her var grundarlagið lagt fyri teirri skriving av søgu fiskimanna, sum seinni helt fram í Miðvikuni, og sum nógvir lesarar hava verið fegnir um.
Eisini var í blaðnum annað siðsøguligt tilfar, sum lýsti lívið hjá fólki í “gomlum døgum”.
Ein, sum dugnaði FF-blaðnum var Esther Djurhuus. Hon var gift við Johan, son Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, hvørs endurminningar frá barna- og ungdómsárum, vit hava havt í Miðvikuni.
Esther lat meg einaferð fáa eitt maskinskrivað eintak av endurminningum hjá abbasystir síni, Onnu Evensen. Hon var dóttir Andreas C. Lützen, tann fyrsta Lützen í Føroyum.
Tað sást á handritinum, at hesar endurminningar vóru niðurskrivaðar av einum Christian Olsen í bygdini Eskebjerg, beint uttanfyri Kalundborg á Sælandi.
Eg fekk áhuga fyri at vita meira søguna aftanfyri søguna og skrivaði tí til lokalarkivið í Eskebjerg, um teir vistu nakað meira.
Fekk í hesum sambandi samband við Dorte Weiss, sum í fyrsta umfari einki visti um nakað handrit.
Dorte hevði verið í Føroyum og fekk áhuga fyri málinum. Hon visti um Christian Olsen. Hann hevði ein bóndagarð, Torpelund, men hansara størsti áhugi var tónleikur, “spillemandsmusik”. Hann ferðaðist um í nærumhvørvinum og fekk niðurskrivað fleiri hundrað løg, sum tískil eru varðveitt fyri eftirtíðina. Men hann hevði eisini áhuga fyri siðsøgu, sum hann eisini fekk skrivað nógv av.
Christian var ógiftur, men hann hevði ein trúgvan húskall, Louis Helt, sum arvaði hann. Dorte kendi væl Louis, sum búði í grannalagnum. Hon fekk loyvi frá honum at fara upp á loftið at leita. Har rann hon seg fram á upprunahandritið til bókina, sum hevði ligið har meira enn hálva øld. Eg fekk tískil eitt fotokopi av handritinum.
Nú vísti tað seg, at bókin var munandi longri enn maskinskrivaða handritið. Her vóru eisini nógvar áhugaverdar myndir í.
Bókin er hondskrivað í trimum eintøkum. Tað sæst, at Christian Olsen var listamaður. Hansara handskrift er beinleiðis fagurskrift, sum er sera væl lesilig. Rundan um hvørt síðutal er teknað eitt blomstur.
Hetta var handrit nr. 1. Hini bæði handritini fóru til Onnu Evensen sjálva og til Folkemindesamlingen í Danmark, sum hevur tað í varðveitslu. Eintakið hjá Onnu er hjá eftirkomarum hennara í Danmark.
Tískil bar til at hava alla hesa søguna í sjey pørtum í FF-blaðnum saman við øðrum viðkomandi tilfari, har Dorte Weiss útvegaði ein stóran part.
Síðani tá havi eg havt eitt neyvt samband við Dorte Weiss og havi eisini vitjað hana og Louis Helt.

Vildi geva føroyingum bókina
Fyrr í ár kom teldupostur frá Dorte Weiss við boðum frá Louis Helt, at hann vildi lata upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya. Hetta merkir, at tað verður latið landsbókasavninum í varðveitslu.
Á danmarkarferð í juni var eg tískil í Eskebjerg og fekk handritið handað. Tað vísti seg, at Louis Helt eisini hevði eitt annað minni um Onnu Evensen. Hetta var ein sera snøggur grindaknívur, Anna Evensen hevði givið Christian Olsen til minnis um teirra samstarv. Knívurin var helst gjørdur av einum Arge.
Handritið verður nú skannað, so tað skal vera lætt hjá áhugaðum at fáa eintak av bókini. Hetta kann hava serligan áhuga, tí komandi ár, í 2013, eru 200 ár síðan A.C. Lützen var føddur. Í ár eru annars 175 ár síðan hann kom til Føroya. Tá ið henda skanning er liðug verður handritið latið landsbókasavninum.
Louis Helt hevur uppiborið stóra tøkk uppiborið fyri hesa vælvild, og tað sama hevur Dorte Weiss fyri hennara medvirkan.

Framúr søga
Hjá søgufróðum er hetta ógvuliga áhugavert, tí her er ein fyrstahondsfrásøgn frá eini kvinnu, sum er fødd í 1841. Tað eru neyvan nógvar frásagnir frá hesi tíðini, skrivaðar av føroyingum.
Anna giftist við prestinum, tí eitt ár eldri Jens Christian Evensen. Fyrsta kallið var á Viðareiði, har tey vóru fyrstu árini. Síðan fóru tey til Hvalbiar, og aftaná gjørdist Jens Christian próstur á Nesi.
Bæði úr Havn og frá øllum hesum plássum eru sera áhugaverdar frásagnir um gerandisdagin hjá fólki og um forvitnisligar hendingar.
Men at vera prestur í Føroyum var ógvuliga strævið. Ferðast skuldi jú frá kirkju til kirkju, og hetta var til gongu og við báti, sum ofta var ógvuliga ótespiligt.
Heilsan fór at vikna, og Jens Christian søkti sær prestastarv í Danmark. Hansara seinasta starv var í Bregninge nærindis Eskebjerg. Men Jens Christian doyði longu í 1904.
Tá fluttu Anna í fyrsta umfari heim aftur til Føroya. Men hon flutti aftur til Bregninge, har ein dóttir, Sigrid, var gift við einum einkjumanni. Í 1925 er tað, at Christian Olsen fekk orðið á hana. Hetta var í tøkum tíma, tí longu í 1927 doyði Anna, 85 ára gomul.
Hon varð jarðað undir liðuni á manninum beint við kirkjuna í Bregninge, har gravsteinar eisini eru settir á teirra grøv.

Skemt førdi Lützen til Føroya
A.C. Lützen er eitt gott dømi um, hvussu danir hava ríkað okkara land. Tað serliga við hansara søgu er, at tað var ein tilvild, sum fekk hann higar. Her skal endurgevast nakað av tí, sum Anna greiddi frá um pápa sín:
Min Faders Forældre [Sicka og Nickels] døde, medens Fader var lille, og Fader, der var født í 1813, blev da opdraget hos hans ældre Søster, der var gift med en Gaardejer i Sønderjylland. Fader maatte være ved med Landbruget, men maa næppe have arbejdet med samme Lyst eller Interesse, thi en Dag han havde Besøg af en af Faderens Venner, sagde denne til ham: “Hør, sig mig Andreas, bryder du dig egentlig om at blive Landmand?” “Nej, jeg vil meget hellere læse,” svarede Fader. Vennen tog sig saa af Fader og betalte for ham paa Skaarup Seminarium. Efter at Fader havde taget Lærereksamen, blev han Huslærer hos en Greve. Engang, da han var paa Vej hjem for at holde Juleferie, traf han paa en Kro, hvor han var taget ind, nogle Seminariekammerater. Som de nu sidder allerbedst og taler om alt muligt, er der pludselig et af de unge Mennesker, der i Spøg sagde til Fader: “Hør du, Andreas Lützen, der er et Lærerembede med Orgelspil ledigt oppe paa Færøerne, det maa lige være noget for dig. Du skulde søge det”. “Jeg! Det kan ikke nytte noget, der gaar jo ingen Skibe derop nu, saa inden min Ansøgning kommer derop, er Embedet nok besat, men jeg kan jo gerne søge det for Spøgs Skyld.”
Dermed skrev Fader en Ansøgning og sendte afsted. Da der om Foraaret kom Skib fra Færøerne, var der Svar til Fader. Han var antaget. Greven, som han var hos, mente, at han havde godt af at komme derop, han fik i hvert fald set sig om.

Mit Barndomshjem
Det var den 5. maj 1837 Fader kom til Thorshavn, der den gang var en dejlig og fredelig By mod, hvad den nu er. Fader lejede sig ind paa et Pensionat, der laa i nærheden af Kommuneskolen, hvortil han jo var kaldet som Lærer. Pensjonatværtinden havde en Kusine, Eva Margrethe Jacobsen, der hjalp hende, og hende blev Fader forlovet med. Inden Aaret var omme fejrede de deres Bryllup 10. Marts 1838. Efter Bryllupet flyttede mine Forældre ind i deres Lejlighed, der var beliggende i selve Skolebygningen. Lejligheden bestod af 2 store Værelser i Stueetagen og 2 mindre oppe paa Loftet. Møblerne var af Mahogni. I Dagligstuen Sofa, Spillebord og Stole samt et bornholmsk Stueur. I Spisestuen var der Spisebord, Stole og smaa Bord ved Vinduerne.
I Faders Værelse stod det gamle taffelformede Klaver, som han øvede sig paa, Skrivebord og Bogreoler. Det var møbler, som stammede fra Danmark. De Embedsmænd, som kom dernede fra, medbragte i reglen selv Møbler. Da de senere atter søgte ned til Danmark, var der næsten aldrig plads til deres Møbler på de tre smaa Skonnerter (det var alle de Skibe, der dengang gik til Danmark om Aaret), der skulde jo saa mange færøske Varer med. Men paa den Maade blev der jo i Aarenes løb mange danske Møbler deroppe.

Krákusteinur
Øll kenna við Krákustein. Tað eru nøkur ískoyti til sjálva bókina, skrivað á leysum bløðum, har á einum teirra er frágreiðing um Krákustein:
Paa Færøerne var det i min Barndom en uskreven Lov, at Næbbet paa alle de dræbte Krager skulde gemmes til den store St Olajfest, der blev holdt en gang om Aaret i Thorshavn.
Paa den Dag stævnede en masse Færinger til fra de andre Bygder og alle havde saa vidt muligt et eller flere Kragenæb med. Naar de naaede Thorshavn, gik de opad Skansevejen til den store “Kragesten”, og paa den lagde de alle Kragenæbbene. Derefter blev der tændt Ild i dem, og medens de brændte, var Folk saa glade og morede sig saa godt. Jeg har saamænd selv været deroppe og se paa det. Ogsaa Børn lagde Kragenæb paa Stenen. Dette var begyndelsen til den store Olajfest.
Jeg har lidt undret mig over, hvad der har været Aarsagen til dette besynderlige Skuespil.

Hvør var “Jegvan den Havnemand” í grindavísuni?
Grindavísan í síni heild verður eisini endurgivin við viðmerkingum hjá Onnu. Tað áhugaverda er, at Anna staðfestir hvør ið var “Jegvan, den Havnemand”, sum fann grindina, sum vísan er um. Tað vóru jú so nógvir Jógvanir í Havn.
Anna sigur, at hann var ein “kendt Thorshavnsk Fisker, Joen Simonsen, alm. kaldet Fløtti”. Tað kundi verið áhugavert, um onkur veit meira um hann.

Søgan um ættina
Anna Evensen greiðir væl frá ættini í bókini. Í henni er eisini ein ættartalva við áhugaverdum upplýsingum um ættarfólkið hjá henni. Um langabba sín í Baianstovu, Poul, skrivar hon:
Han rejste med en bayersk Turist, der kom til Færøerne, og som vilde have en Færing som Fører. Han lod bygge et hus, der blev kaldt Bayernstue, og dette fik Poul efter ham.
Ein sonur Poul var Jacob Poulsen, “som var en arbejder, der vilde eje alt”, hvat ið enn liggur í tí. Hann var giftur við Onnu Mariu, og er Anna helst uppkallað eftir ommuni.

Børnini hjá Evu og Andreas C . Lützen:
1. Nicels, doyr hálvt ára gamal.
2. Anna Maria Nicoline (1841-1927), upprunin til bókina.
3. Nicels, sum alt lívið kom at virka í Klaksvíkshandlinum saman við Faktorinum, Johan Christian Djurhuus.
4. Jacob, giftist við Henriette Restorff, dóttir “gamla Restorff”. Tey fingu 12 børn. Valdemar Lützen var ein sonur.
5. Lütje f. 1848. Skrivstovumaður hjá sorinskrivaranum. Gjørdist løgfrøðingur og fekk arbeið sum løgfrøðingur í Korsør.
6. Andreas Christian. Fór til Amerika at grava eftir gulli. Tað frættist frá honum í eini tvey ár. Síðstu ferð hann skrivaði, ætlaði hann sær til Australia.
7. Georg Flemming. Uppkallaður eftir sorinskrivaran, Tillish, sum var góður við pápa hansara. Doyði í 1860
8.Vilhelm, doyði ársgamal av difteritis.
9. Edvard Ægideus. Prestur, búði seinast í Fredericia

Anna giftist við Jens Christian Evensen (1840-1904). Pápi hansara var Johan Christian Evensen, sýslumaður í Suðuroy, og mamman var Elsebeth Susanne Larsen, ættað úr Porkeri.
Pápi Johan Christian var Ole Even Olsen, norðmaður sum búsettist í Hvalba. Systkin hjá Jens Christian vóru Jóan Petur, abbi millum onnur Kjartan Mohr, og Kristina, sum giftist við Christoffer Michael Olsen, kendur frá síni dagbók frá 1800-talinum. Ein dóttir teirra, Margretha, giftist við Søren Müller í Havn. Hetta eru tískil alt kendar ættir.

Anna og Jens Christian fingu børnini:
1. Jens sum doyði heilt lítil á Viðareiði og er jarðaður har.
2. Andreas Christian, sum gjørdist Føroya próstur eitt stutt tíðarskeið.
3. Margretha Elisabeth, gift í Bregninge á Sælandi, har pápin hevði sítt seinasta prestastarv. Hon eigur ongar eftirkomarar.
4. Margrethe Frederikke, sum giftist við systkinabarninum Johan Evensen, sum var kolonistjóri í Grønlandi. Eru fyrr umrødd í Miðvikuni. Eigur ættarfólk í Danmark.
5. Johan Edvard, vanliga kallaður Spinnarin, tí hann hevði spinnarí í Havn. Hann var tann fyrsti, sum varð grivin í “nýggja” kirkjugarði í Havn í 1935. Ein abbadóttir hansara er Ingun, gift við Eiriki Lindenskov. Ingun og børnini Anna og Jónas eru einastu eftirkomarar hjá Onnu Evensen í Føroyum.
6. Johannes Evens, yvirgrannskoðari í landbúnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn.

Komandi partur
Tann 23. august eru 100 ár síðani Sigurd Simonsen, skipari, í Fuglafirði, var føddur. Í hesum sambandi verður givið út eitt rit við hansara lívssøgu, sum var prentað í FF-blaðnum í 2002, skipað av abbasoninum Hera Simonsen. Komandi partur verður partur úr hesi søgu.