Miðnámsskúlar
Heili 86 ungdómar, sum hava nóg góðan karakter til at sleppa á handilsskúla í Havn og á Kambsdali, sleppa ikki í skúla kortini.
Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, sigur, at hjá teimum standa 86 næmingar á bíðilista at sleppa á skúlan, skuldi onkur av teimum, sum eru sloppin inn, givið avboð.
Í Havnini standa 34 umsøkjarar á bíðilista til FHS og 27 á bíðilista til HH. Á Kambsdali standa 25 á bíðilista til HH.
Stjórin sigur, at orsøkin til, at allir umsøkjarar ikki sleppa inn, er at tað er ikki pláss fyri teimum á skúlunum.
- Vit hava avmarkað pláss og tí hava vit ongan møguleika at játta øllum umsøkjarunum, hóast teir eru skikkaðir.
Støðan á handilsskúlanum kemur ógvuliga tvørt fyri hjá nógvum næmingum, tí nógvir fara á FHS við eini ætlan um at taka HH seinni og at brúka hesi trý árini uppá hanilsskúlan. Men hjá nógvum verður skúlagongdin kvett av longu eftir fyrsta árið, tí teir sleppa ikki víðari á HH.
Byggja út
Hann sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum átti at verið kendur í nøkur ár, men politiskt er tíverri ov lítið gjørt við hann.
Hann leggur afturat, at í ár er onki at gera, men til næsta ár verður miðað ímóti at byggja skúlan út við einum 400 fermetrum og tað skuldi givið umstøður til at tikið fleiri næmingar.
Tað sama hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, róð framundir í Útvarpinum.
Annars verður nýggjur handilsskúli bygdur og hann verður liðugur í 2010, men mett verður at tað er ov leingi at bíða og tí verður roynt at finna eina fyribils loysn til næsta ár við eini útbygging av skúlanum, sum er.
Annars undrast stjórin í Handilsskúlanum á, at tað er eitt lógarkrav, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu sleppa á studentaskúla, men sama krav er ikki hvat nøkrum øðrum miðnámsskúla viðvíkur.
- Tí heldur hann eisini, at tað er rættast at javntseta allar miðnámsskúlarnar.
- Alt annað er heilt burturvið, tí skulu vit tosa um at menna føroyskt vinnulív og at tað hevur stóran týdning at vit hava fólk við førleikum og útbúgving, er hetta eitt púra skeivt signal at senda.
Reidar Nónfjall heldur, at hetta er ein politiskur trupulleiki og tað er ein forkláringstrupulleiki, tí tað eigur at verða boðað frá, hví tað verður raðfest, sum tað verður.
- Ella eiga politikkararnir at at seta allar útbúgvingar líka høgt og siga, at øll skulu hava møguleikan at fáa eina miðnámsútbúgving.
Hann vísir eisini á, at útbúgvingarliga eru føroyingar í kapping við onnur lond og kunnu vit ikki levera fólk við nóg góðum førleika til hægri lestur, klára tey seg sjálvsagt ikki nóg væl og tí hevur tað stóran týdning at hava kappingarførar útbúgvingar.
- Og skulu vit hava bestu vælferð í heiminum, er tað av alstórum týdningi at hava so góðar útbúgvingar sum gjørligt, tí rákið runt um í heiminum er at størsta virðisøkingin er í vitanartungum vinnum og ikki í vanligu framleiðsluvinnunum, har vit kappast okkum næstan í hel, sigur Reidar Nònfjall.