Stúrt verður fyri, at talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í Japan og flóðalduna í Kyrrahavinum kann fara at gerast rættiliga stórt. Japanska tíðindastovan hevur seinnapartin borið tíðindini um, at talið av saknaðum nú er komið upp á heili 88.000.
Sum skilst, eru keldur í Japan rættiliga ymiskar á máli um, hvussu stórt almenna talið av deyðum er.
Stúrt verður tó fyri, at talið verður nógvar ferðir størri, enn almennu tølini siga í løtuni.
Í Japan vóna tey, at talið av deyðum ikki verður nær til so stórt, sum talið av saknaðum er í løtuni.
Portalurin fer at venda aftur til avleiðingarnar av jarðskjálvtanum og flóðalduna seinni.