Hvat skatti viðvíkur royndist 2013 ikki eins væl hjá Sands kommunu sum 2012. Fyribils tølini vísa, at skattainntøkan í fjør var 887.102 krónur lægri, enn hon var tað í fyrraárið. Í fjør var inntøkan 12.207.189 krónur, meðan hon í fyrraárið var 13.094.291 krónur. Afturgongdin svarar til 6,77 prosent.
Skattaprosentið var tað sama í Sands kommunu í 2012 og 2013 – 23,5.
Hóast tølini vísa afturgongd fyri samanløgdu tølini fyri alt árið 2013, tá sammett verður við 2012, so varð úrslitið eitt vet betri, enn tað sá út til at verða, tá ið tað varð gjørt upp fyri ellivu teir fyrstu mánaðirnar. Desember royndist lutfalsliga væl í skatti á Sandi. Skattainntøkan síðsta mánaðin í fjør var 3,92 prosent hægri, enn hon var tað sama mánað í 2012. Í desember í 2012 var inntøkan 1.089.587, og í desember 2013 var inntøkan 1.132.264. Meirinntøkan í desember var harvið 42.677 krónur.
Um enn ikki í sama mun sum á Sandi so var skattainntøkan í Skopunar kommunu lægri í fjør enn í fyrraárið. Í Skopun var minniinntøkan 126.515 krónur ella 1,06 prosent. Skattainntøkan í 2013 var 11.824.093 krónur, meðan hon í 2012 var 11.950.608 krónur.
Skattaprosentið í Skopun var tað sama bæði í 2012 og 2013 – 23,5 prosent.
Í Skálavík var skattainntøkan tann sama bæði í 2013 og 2012.
Í Húsavík var skattainntøkan væl hægri í fjør, enn hon var tað í fyrraárið. Meirinntøkan var 127.901 krónur ella 4,25 prosent.
Bæði í Skálavík og Húsavíkar kommunum var skattaprosentið tað sama í 2012 og 2013 – 21,0 prosent.