89 ára gamal fylgir abbasoninum í fótbólti

- Ikki smávegis fyri ein mann, sum fyllir 90 hin 5. januar næsta ár. Vit eru sanniliga ein stór fótbóltsfamilja, tá alt kemur til alt, sigur B71 á sínum Facebook-vanga.

89 ára gamli, Herman Petersen, er til fleiri heimadystir hjá B71 gjøgnum eitt kappingarár.

- Síðsti 1. deildardystur Inni í Dal á Sandi í kappingarárinum 2022 varð leiktur hin 15. oktober. Nógvir áskoðarar møttu og stuðlaðu, eisini hóast málið um uppflyting ikki heilt var í eygsjón.

 

Soleiðis verður skrivað á Facebook-vanganum hjá B71. 

 

Her verður víst á, at menninir á B71-liðnum hava spælt góðan fótbólt og hava lagt nógv fyri dagin. 

 

Hetta hava áskoðararnir eisini sæð og hava lønað leikarunum aftur við at møta til dystir Inni í Dal.

 

- Millum áskoðararnar henda seinasta dagin var 89 ára gamli, Herman Petersen, sum er abbi ein av yngstu leikarunum í hópinum á besta liði hjá B71.

 

Leikarin og abbasonurin er 17 ára gamli, Suni Herman Joensson Petersen, og foreldur hansara eru Joen Peter, kokkurin í Skálavík og Sigrid.

 

Á vanganum hjá B71 verður sagt, at Herman-abbi koyrir sjálvur Inni í Dal, stillar seg mitt fyri aftan fyri málið at stuðla B71 og abbasoninum, Suna.

 

- Ikki smávegis fyri ein mann, ið fyllir 90 hin 5. januar næsta ár. Vit eru sanniliga ein stór fótbóltsfamilja, tá alt kemur til alt, sigur B71 á sínum Facebook-vanga.

 


 

 

89 ára gamli, Herman Petersen, er til fleiri heimadystir hjá B71 gjøgnum eitt kappingarár.