89 børn bjargað frá mannahandli

Løgreglan í Kina sigur, at hon hevur handtikið 369 fólk í sambandi við eitt seks mánaðir langt átak ímóti mannahandli í 14 landspørtum. Samstundis hevur løgreglan bjargað 89 børnum undan at verða seld.

-Tað hevur eydnast okkum at avdúka tvey brotsmannakervi, sum seldu børn, sigur løgreglan í einari almennari fráboðan. Í fráboðanini stendur, at brotsmannakervini hava fingið 6.120 amerikanskar dollarar í meðal fyri hvørt barn, sum tey hava selt.

Kinesisku myndugleikarnir hava ásannað, at mannahandil er ein veksandi trupulleiki í landinum, og teir hava skipað fyri fleiri átøkum síðani 2007, tá tað kom fram, at fleiri túsund børn vórðu seld til trælaarbeiði í námum og á verksmiðjum kring alt landið.