Rættindini hjá pápum til barnsburðarfarloyvi hevur eftir øllum at døma sera stóran týdning fyri at pápar kunnu fáa størri lut í lívinum hjá barninum.
Í grannalondum okkara hava teir fingið eyguni upp fyri týdninginum á hesum, og hava stigvíst ment hetta lógarøkið. Men tað var ikki uttan iva og mistrúgv. Í eina landinum úttalaðu tríggir navnframir tingmenn seg um tað, at geva pápum rætt til longri barnsburðarfarloyvi við Pápakvotum, og søgdu, at páparnir fóru als ikki at skoyta um hetta.
Kanningar av tølum eftir at pápakvoturnar komu í gildi hava tó síðan víst, at áhugin fyri børnunum absolutt er til staðar. Tað vísir seg nevniliga, at níggju av tíggju pápum valdu at brúka pápakvotuna, tá hon stóð teimum í boði.
Tað segði Jørgen Lorentzen, søgufrøðingur og granskari við lærda Háskúlan í Oslo, tá hann í Miðlahúsinum mánakvøldið greiddi frá leiklutinum sum pápi og rættindum hjá pápum í søguligum og nútíðarhøpi.
Umsorgandi pápin ein veruleiki
Í tveimum teimum seinastu ártíggjunum er ein stór mentunarlig og samfelagslig broyting farin fram í grannalondum okkara. Tað snýr seg um ein nýggjan identitet, sum hevur stungið seg upp í heildarmyndini um familju, og harvið er familjumynstrið eisini munandi broytt. Talan er um tann nærverandi og umsorganarfulla pápan.
Henda broytingin er hend í takt við stigvísu menningina á lógarøkinum.
- Um tú ikki kemur inn í lívið hjá tí fullkomiliga hjálparleysa barninum í tí fyrsta árinum, verður tað torført at fáa sama tilknýtið seinni. Tí er tað so ótrúliga umráðandi at foreldrini fáa tíð at vera saman við barninum í hesi umráðandi tíðini, sigur Jørgen Lorentzen.
Sosialt paradoks
Tær kanningar, Jørgen Lorentzen hevur gjørt, taka støði í Noregi. Har vísir tað seg sum, at páparevolutiónin, sum hann kallar hana, sum er farin fram í Noregi tey seinastu tvey ártíggjuni hevur skapt eitt heilt nýtt emotionelt tilknýti til børnini.
- Av tí sama er tað blivin ein so stórur trupulleiki við foreldramyndugleika, tá familjurnar verða sundurskildar, sigur Jørgen Lorentzen.
Frambrotini í páparættindum hava sostatt skapt eitt nýtt sosialt paradoks, sum til tíðir kann verða sera trupult at hava við at gera, nevniliga at pápin byrjar at gera meir og meir krav um samveru við børnunum.
Barnið krav til at síggja pápan
Eitt áhugavert sjónarmið, ið vunnið frama í grannalondum okkara, var eisini uppi og vendi á fundinum, ið varð í Miðlahúsinum mánakvøldið.
Tað er nevniliga tann hugsjónin, at páparnir skulu hava rætt til børnini, ið er konservativ og gomul, og at tað, sum ið veruleikanum er umráðandi er, at børnini hava rætt til at samveru við báðum foreldrum.
Hetta er eisini nakað, ið John Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, leggur dent á í viðmerkingunum í skrivligum fyrispurningi, ið hann hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum um rættindi hjá børnum og javnrætt millum kynini.
Har skrivar hann soleiðis: »Øll børn skulu hava rætt til bæði foreldur. Tað eigur at verða høvuðsreglan í lóggávuni kring børn og tað, sum vit í dag heldur konservativt kalla foreldrarætt. Men so er ikki í Føroyum. Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini og páparnir eru harvið fyri løgfrøðiligum og ikki minst menniskjaligum og kensluligum órætti.«
Avbjóðingin liggur hjá pápunum
Í kjakinum um samveru millum pápar og børn kom tað fram, at tann heilt stóra avbjóðingin í veruleikanum liggur hjá pápanum sjálvum, og ikki hjá lógarverkinum.
Søguliga vóru pápar sera nógv um børnini, men sum samfelagið broyttist og menn skuldu úr húsinum og út á arbeiðsmarknaðin, minkaði samveran við, og harvið eisini umsorganin og nærleikin til børnini.
Í 1970 var ungdómsuppreistur í Noregi, har slagorðini vóru »Død over far«. Har tey gjørdu uppreistur móti tí ikki-elskandi, óábyrgdarfulla og ónærverandi pápanum, ið bert hugsaði um arbeiðið.
- Tað vísir seg sum, at tann størsti trupulleikin í veruleikanum liggur hjá pápanum í og við at lata upp fyri intimrelatiónunum. Eg vil kalla fyrstu ferðina maður skifti eina blæðu fyri eitt stórt stig fyri mannarættindi., sigur Jørgen Lorentzen.