Ein 36 ára gomul kvinna úr Somalia fekk í dag níggju ára fongsul fyri at hava roynt at ræna eitt flogfar í Ný Sælandi fyri tveimum árum síðani. Kvinnan, sum eitur Asha Ali Abdille, viðgekk í rættinum, at hon hevði smuglað tríggjar knívar umborð á flogfarið, sum var í innanríkisrutu í Ný Sælandi, og at hon hevði roynt at noyða flogskiparan at flúgva til Avstralia.
Tað eydnaðist flogskiparanum og stýrimanninum at taka kvinnuna á hondum. Men tá bardagin var av, hevði kvinnan skorið flogskiparan so meint, at hann mátti á sjúkrahús at fáa fleiri skurðviðgerðir.
Flogfarið, sum kvinnan royndi at ræna, var eitt av teimum smáu. Tað hevði pláss fyri 19 ferðafólkum, skrivar Reuters.