Tá mamman knappliga svímaði handan ratti, meðan bilurin koyrdi við 110 kms ferð, tók 9-ára gamli Jonathan Anderson rattið og fekk steðga bilinum Jonathan Anderson rópti á mammu sína um av vakna, tá hon knappliga svímaði á veg í skúla við soninum. Men hann varð noyddur at taka rattið og hálaði samstundis hondbremsuna upp. Bilurin rakti í autovernið á miðuni av vegnum, men síðani eydnaðist tað honum at stýra bilinum tvørtur um tríggjar koyribanar og út í vegsíðuna, har hann at enda rendi á eitt træ og steðgaði.
Sjúkrahjálparar og løgregla eru full acv rósandi orðum um róligu reaktiónina hjá tí 9-ára gamla. Ølle ru púra samd um, at hann forðaði einari potentionellari stórvanlukku.
Skúladrongurin hevur enntá Asperger?s Syndrome, sum er ein formur fyri autismu.
Mamman, 34-ára gamla Marion Anderson, sigur, at at autisman hevur gjørt, at hann hevur fingið sera stóran áhuga fyri tøkni.
- Hann sigur alla tíðina, at hann vil læra at koyra bil, og eg eri vís í, at hann reageraði so sum hann gjørdi, tí hann kennir til bilar, og tí visti, hvussu hann skuldi steðga honum, sigur hon.
Hendingin fór fram mánadagin, tá mamman skuldi koyra Jonathan frá heimi teirra í Plymouth til Longcause Special School nærhendis Plympton.