90 inn í Sandavág

John S. Myllhamar metir, at forðingin onga nyttu ger, tí bilar koyra umleið 90 kilometrar um tíman har. ? Hon ger ikki sama mun, sum hon gjørdi, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki Ferðsluforðingin í Sandavági, har ein maður endaði í eini vanlukku, er broytt. Nú vísir John S. Myllhamar, sum býr beint við forðingina, skrivar í dag, at bilarnir kunnu koyra umleið 90 kilometrar um tíman uttan trupulleikar.

- Vit fingu eina óhefta kanning gjørda, og nú hava vit fylgt tilmælinum. Men tað er rætt, at hon ikki ger sama mun, sum hon gjørdi, men tað ber heldur ikki til at gera forðingar soleiðis, at tú doyrt, um tú koyrir skjótari enn lógin loyvir tí. Tú kanst eisini koyra 120 upp um eina bungu, sigur Oyvindur Brimnes.

Hann greiðir í sama viðfangi frá, at meiningin við eini forðing, er at geva fólki eina kenslu, so tey vita, hvussu skjótt tað er ráðiligt at koyra.

Í gjár vóru uppsagnir hjá Landsverki, men Oyvindur Brimnes staðfestir, at ongin av hesum hevði nakað við ferðsluforðingina at gera.

- Uppsagnirnar vóru í heilt øðrum støðum, og tað er heldur ongin, sum hevur fingið nakra átalu ella ávaring fyri ferðsluforðingina, sigur Oyvindur Brimnes.

Hesum grundgevur hann við, at onki veruliga skeivt var gjørt.

- Ferðsluforðingin var gjørt eftir forskriftunum, men tað gekk ikki heilt, sum tað skuldi. Tað er heldur ikki óvanligt, at broyta onkur ting, eftir at mann hevur gjørt okkurt, hóast arbeiðið er gjørt eftir forskriftunum, greiðir Oyvindur Brimnes frá.

Oyvindur Brimnes vil heldur ikki siga, at Landsverk hevur dummað seg við ferðsluforðingini, hóast hon hevur verið við í eini vanlukku og hevur kostað einar 500.000 krónur.

- Eg veit ikki, um mann kann siga, at vit eru komin illa burtur úr hesi forðingini. Tað var gjørt eftir forskriftunum, so eg haldi tað er ein relativur spurningur, sigur Oyvindur Brimnes.