900 ára føðingardagar í Rituvík

Leygardagin 21. august 2004 hittust børnini hjá Elspu og Magnusi á Líðini við øllum sínum til ein felags føðingardag. Tey 12 systkini fyltu 900 ár 6. september. Harry, einum beiggja, bar ikki til at koma

Dagurin byrjaði við kirkjugongd í Rituvíkar kirkju kl. 12.00. Aftaná vórðu myndir tiknar, og so varð farið á grøvina hjá mammuni, sum er grivin í Rituvík. Hon doyði í 1978.

Ávegis til Leivíkar var støðga á við grøvina hjá pápanum, Magnusi Olsen, eisini nevndur Magnus í Rituvík. Hann doyði í 1940 og er grivin á Glyvrum, tí tá var eingin kirkjugarður í Rituvík.

Kl. 15.30 var borðhald í Bygdarhúsinum í Leirvík. Her var ymiskt á skránni, felagssangur, kórsangur, og langommu- og langabbabørnum hjá Elspu og Magnusi sungu. Eisini sungu tey 11 syskini.

Fleiri røður vórðu hildnar og upplestur var av siðsøguligum tilfari, sum familjan hevði savnað.

Gamlar myndir vórðu eisini vístar.