91 ára gamla mamma Ova stákast við mati

Tíðliga í kvøld hitti Portalurin Hans Sofus Joensen, vanliga róptur Ba. Saman við øðrum var hann umborð á einum av mongu bátunum, sum komnir eru til Nólsoyar, nú ovastevna er í hæddini.

Ba er beiggi Ova Joensen, sála, sum á sumri í 1986 róði longu leiðina úr Nólsoy til Keypmannahavnar - og sum ovastevnan hevur sítt heitíð eftir.

Meðan vit prátaðu, fregnaðust vit eftir, hvussu 91 ára gamla mamma Ova, Olevina Joensen, hevur tað.

- Jú, mamma hevur stákast við mat í allan dag. Vit hava havt nógva vitjan, og mamma hevur syrgt fyri, at eingin fer svangur útaftur.

Hans Sofus Joensen sigur, at Olevina er væl fyri - ikki minst, tá hugsað verður um høga aldurin.

Olevina Joensen fylti nevniliga 91 ár hin 20. februar í ár.

Veðrið í Nólsoy í kvøld er av tí allar besta, og nógv fólk er komið til bygdar.

Nú reglulig sigling er um Nólsoyarfjørð í alt kvøld og út á náttina, samstundis sum bátar sigla við fólki um fjørðin, er væntandi, at nøkur túsund fólk verða í Nólsoy, sum kvøldið og náttin ganga.