Í fagrasta várveðri helt Tjóðveldi floksting í Haraldssundi fríggjakvøldið og allan leygardagin. Tey ungu í flokkinum bóru fram síni greiðu sjónarmið, og elsti áhoyrari var 92 ára gamli, Petur Højgaard úr Saltangará. Sum vanligt er, tá politiskir flokkar halda aðalfund, landsfund ella floksting, eru tað serliga politikarar og tey mest framstandandi í flokkinum, sum brúka mestu talutíðina.
Men tað eru eisini løtur, tá orðið er frítt og høvi er hjá fundarfólki at biðja um orðið og gera viðmerkingar.
Soleiðis hevur fundarfólkið eitt nú høvi at biðja um orðið og gera viðmerkingar til formansfrágreiðing og til onnur týðandi mál, sum eru til umrøðu á árliga fundinum.
Á flokstingi hjá Tjóðveldi í Haraldssundi fríggjakvøldið og allan leygardagin, smæddust tey ungu í flokkinum ikki burtur. Fleiri bóru fram greið sjónarmið, sum serliga viðkoma teimum ungu, og her vóru tað serliga útbúgvingarviðurskifti í Føroyum, sum tey settu ljóskastaran á.
Á áhoyraraplássunum vóru bæði ung, tilkomin og eldri, og elsti áhoyrarin var trúgvi tjóðveldismaðurin úr Saltangará, Petur Højgaard, sum í dag er 92 ára gamal.
Tað er Petur Højgaard, sum situr miðskeiðis í myndini og heldur um ein stav. Hann hevur mangan í skrift og talu givið síni sjónarmið til kennar og hevur ongantíð verið í iva um, at Føroyar eiga at loysa seg úr donskum bindingum.
- Dagin eftir, at ein meiriluti av veljarum í Føroyum hin 14. september í 1946 hevði atkvøtt fyri at loysa frá Danmark, spældu børnini úti sum áður, hønurnar vurpu akkurát tað sama, og kýrnar mjólkaðu minst líka væl sum dagin fyri.
Tað segði Petur Højgaard á einum 14. Septemberhaldi á Eiði fyri fáum árum síðan, har sambandsmaðurin, Edmund Joensen, eisini varð boðin við sum gestarøðari.