Á 19 valstøðum fekk onkur flokkur onga atkvøðu

Hevði uppskotið hjá Sambandsflokkinum verið galdandi til seinasta løgtingsval, so høvdu allir flokkar fingið atkvøður á øllum valstøðum, har atkvøður høvdu verið taldar

Hevði uppskotið hjá Sambandsflokkinum verið galdandi til seinasta løgtingsval, so høvdu allir flokkar fingið atkvøður á øllum valstøðum, har atkvøður høvdu verið taldar

 

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta vallógina soleiðis, at um eitt valstað hevur færri enn 200 veljarar, verða atkvøðukassarnir fluttir til annað valstað, og so verða atkvøðurnar taldar saman við atkvøðunum á tí valstaðnum.

 

Hetta heldur flokkurin skal gerast, tíat tað er ein meginregla í vallógum, at val skulu vera loynilig.

 

Í Føroyum eru 58 valstøð. Á fimm teirra greiddur færr enn 20 fólk atkvøðu á seinasta løgtingsvali 1. september í 2015.

 

Á 19 valstøðum vóru tað onkrir av teimum sjey flokkunum, sum stillaðu upp, sum onga atkvøðu fingu.

 

Framsókn er tann flokkurin, sum hevur felst valstøð við 0 atkvøðum. Á 13 valstøðum fekk flokkurin onga atkvøðu.

 

Miðflokkurin fekk 0 atkvøður á 8 valstøðum, og Nýtt Sjálvstýri fekk 0 atkvøður á 6 valstøðum.

 

Á tveimum valstøðum fekk Sambandsflokkurin onga atkvøðu. Tað var í Mikladali og í Hattarvík.

 

Á einum valstaði fekk Fólkaflokkurin onga atkvøðu, tað var á Hellunum.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vóru einastu flokkar, sum fingu atkvøður á øllum valstøðum.

 

Størsta valstaðið, har ikki allir flokkar fingu atkvøðu, var Sumba. Har greiddu 170 fólk atkvøðu, og har fekk Framsókn onga atkvøðu.

 

Bara á einum valstað møttu allir veljarar á vali. Tað var á Húsum, har allir 34 veljarar møttu á vali.

 

Hevði uppskotið hjá Sambandsflokkinum verið galdandi við seinasta løgtingsval, so var einki valstað upptalt, har ikki allir flokkar fingu atkvøðu. Sambandsflokkurin skjýtur upp, at valstøð við færri enn 200 veljarum skulu teljast upp saman við øðrum valstaði.

 

Talvan niðanfyri vísir valstøð, har flokkar fingu 0 atkvøður:

Flokkar 0 atkvøðu

Sjálvstýri

Framsókn

Miðflokkurin

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Tal av fólki á vali

1

Sumba

 

1

 

 

 

170

2

Fámjin

1

1

1

 

 

75

3

Lopra

 

1

 

 

 

71

4

Sandvík

 

 

1

 

 

66

5

Húsavík

1

1

 

 

 

62

6

Haraldssund

 

 

1

 

 

45

7

Mikladalur

 

 

 

1

 

37

8

Árnafjørður

 

1

 

 

 

36

9

Húsar

 

1

 

 

 

34

10

Skúvoy

 

 

1

 

 

33

11

Dalur

1

1

 

 

 

27

12

Gjógv

1

 

 

 

 

27

13

Kirkja

 

1

 

 

 

23

14

Svínoy

 

1

 

 

 

21

15

Hestur

1

1

 

 

 

15

16

Elduvík

1

1

1

 

 

13

17

Hellurnar

 

1

1

 

1

13

18

Hattarvík

 

1

1

1

 

12

19

Mykines

 

1

1

 

 

11

Tilsamans

6

13

8

2

1

621