Á bókamessu í Gøteborg

25. til 28. september verður bókamessa í Göteborg

FarLit verður virkið á messuni og fer at sýna fram føroyskar bøkur og vísa útlendskum forløgum á møguleikar at týða og geva út føroyskar bókmentir. Verkætlanin hevði ikki kunnað verið framd uttan góðan stuðul frá bæði almennum og privatum veitarum. Tey ið hava stuðlað eru: Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Visit Faroe Islands, Mentanargrunnurin, Týðaragrunnurin, Føroyaprent, Rit og Rák og Bókamiðsølan.

 

Bókmentirnar

Bókmentir frá í fjør eru aftur á skránni umframt viðkomandi bøkur frá 2013/14, sum forløgini hava peikað á. Rithøvundarnir, ið verða umboðaðir hesaferð eru: Jóanes Nielsen, Jógvan Iskasen, Carl Jóhan Jensen, Gunnar Hoydal, Oddvør Johansen, Annfinnur í Skála, Durita Holm, Páll Nolsøe, Tóroddur Poulsen, Sissal Kampmann, Hanus Kamban, Sólrún Michelsen, Marjun S. Kjelnæs, Bárður Oskarsson og Rakel Helmsdal. Yrkisbókmentir verða eisini umboðaðar á bókamessunum, har eru nøvn sum: Bogi Hansen, Magnus Gaard, Andras Mortensen, Pól Jespersen og Magni Mohr.

 

Seminar

FarLit hevur egnan bás á messunum, har tær allarnýggjastu, upprunaføroysku bøkurnar verða vístar fram saman við kunnandi tilfari, sum tey ymsu forløgini hava framleitt til høvið.

 

Jenny Johannessen verður við í Göteborg sum moderator á 45 min. seminari við trimum føroyskum yrkjarum: Sissal Kampmann, Marjun S. Kjelnæs og Katrin Ottarsdóttur. Í hesum sambandi er úrval av yrkingum hjá teimum trimum týtt til svenskt og prentað í snøggari bók, ið verður latin áhugaðum á messuni. Anna Matsson hevur týtt yrkingarnar, og hon verður til staðar og lesur upp á svenskum.

 

Móttøka

Hósdagin verður skipað fyri móttøku á básinum, har Birna Jacobsen og Niels Jákup Thomsen taka ímóti gestum saman við øðrum føroyingum, ið verða á staðnum. Rithøvundarnir Marjun S. Kjelnæs, Sissal Kampmann og Bárður Oskarsson verða at hitta á móttøkuni, Bárður hevur fingið serliga innbjóðing at koma á messuna, av tí at myndabókin Flata kaninin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011, er í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókavirðislønina.

 

Okkara sponsorar av tilfari til básin og móttøkurnar eru: Hiddenfjord, Bakaríið hjá Jórun, Okkara, Føroya Bjór, Dism, Faroe Water og Miklagarður.