Á Dímunargarði eru tey væl nøgd við skurðin í heyst

- Vit hava havt góða hjálp her úti, og alt hevur gingið væl. Seyðurin er í góðum standi, tó at vit høvdu væl av kava síðsta vetur, sigur Jógvan Jón Petersen.

 

Á Dímunargarði í Stóru Dímun eru tey longu liðug at ganga fjøllini. Nøkur fá tandur ganga eftir, og tey verða tikin, sum dagarnir ganga.   

 

Alt er flett og Jógvan Jón Petersen, giftur Evu úr Dímun, sigur, at tey eru væl nøgd við skurðin í heyst. Hann heldur, at skurðurin í minsta lagi er miðal – ella kanska nakað betur enn tað.

 

Á Dímunargarði hava tey havt góða hjálp, nú fjøllini eru gingin, og flettingin og upptøkan av slaktinum hevur verið fyri. 

 

- Jú, vit hava havt góða hjálp her úti, og alt hevur gingið væl. Seyðurin er í góðum standi, tó at vit høvdu væl av kava síðsta vetur, men summarið var gott, sigur hann. 

 

Jógvan Jón heldur, at seinastu 20 árini hevur ongantíð verið so nógvur kavi í Stóru Dímun sum seinasta vetur. Vanliga legst ikki nógvur kavi her, og oftast er hann skjótt burtur aftur, tá sólin kagar fram. 

 

- Eystursíðan er hin kaldara á oynni, og her kennist høgættin tráari, sigur hann.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er stórt serblað um slakt, og her verður farið víða um við øllum tí, sum hoyrir heystinum og slaktinum til.

 

##med2##

 

 

 

Á Dímunargarði hava tey havt góða hjálp, nú fjøllini eru gingin.