Á midnátt kostar at koyra ígjøgnum nýggja tunnilin

Á midnátt fer at kosta at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin

Nú er seinasti kjansur at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin ókeypis. Fyrstu vikurnar við nýggja tunlinum hevur borið til at koyra ígjøgnum tunnilin uttan at gjalda fyri tað.

 

Sera nógv ferðsla hevur verið til og frá Sandoynni hesar vikurnar, men roknast kann við, at ferðslan fer at minka munandi, nú gjald verður sett á.

 

Á midnátt í kvøld verður gjaldskipanin sett í verk. 

 

Fyri persónbilar, ið hava hald, fer tað at kosta 75 krónur hvønn vegin at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin. Stórir bussar – sum taka 20 fólk ella meira – gjalda mest; við haldi gjalda teir 400 krónur hvønn vegin.