Danska felagið A.P. Møller og tess samstarvsfelagar hava funnið eina nýggja olju- og gasskeldu í Algeria. Leiðin er tætt við eitt økið, haðani nógv olja longu kemur.
Amerikanska felagið Andarco, sum er operatørur á leiðini, dugir ikki rættiliga at siga, hvussu stór tann nýggja oljukeldan er, men sagt verður, at eftir fyribilsmetingum kann leiðin geva einar 4.000 tunnur av olju um dagin umframt munandi nøgdir av gassi.
Almenna algeriska oljufelagið Sonotrach sigur 51 prosent í loyvinum, sum A.P. Møller er partur av. Danski parturin er 12,25 prosent. Hini feløgini, sum eru uppi í samtakinum, eru tað italska ENI/Lasmo og tað amerikanska Andarco Petroleum Corporation.