Jákup helt málið reint fyri aðru ferð

1. DEILD: Karl Løkin var aftur í dag málskjútti, tá ið ÍF vann á heimavølli

Í fína summarveðrinum í dag átti ÍF heimadyst í Fløtugerði í Fuglafirði. Mótstøðuliðið var 07 Vestur, sum í fjør flutti upp í 1. deild, og sum er aftast og harvið stórur kandidatur at flyta niður aftur.

 

ÍF vann 2-0. Fyrra málið varð skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seinna málið varð skorað fimm minuttir eftir steðgin. ÍF spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, meðan gestirnir ikki spældu seg til góðar málmøguleikar.

 

Í málinum hjá ÍF var aftur í dag Jákup Nolsøe. Hetta var 15. landskappingardysturin hjá honum í næstbestu deildini í ár, og hetta var onnur ferðin hjá honum og ÍF í ár, at mótstøðuliðið einki mál skoraði. Fyrra ferðin var 21. juni, tá ið ÍF vann 4-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Fyrra málið í dag skoraði Karl Løkin. Hann hevur nú skorað 11 mál í ár og er saman við Rúnar C.  Johnsson besti ÍF málskjútti. Teir báðir hava skorað 22 av teimum 42 málunum, sum ÍF hevur skorað higartil í ár.

 

Seinnii málið skoraði Jákup Andrias Thomsen, sum undan síðsta kappingarári flutti úr Víkingi og til ÍF. Næsti dystur hjá ÍF verður leygardagin um eina viku á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. 07 Vestur fer um eina viku at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.