Tað hevur ikki verið ein serliga góður dagur at drepa grind. Fyri aðru ferð í dag er ein grind nevniliga sloppin aftaná, at tað ikki hevur eydnast at fingið hana at gera landgongd.
Fyrru ferðina var seinnapartin í dag, tá menn lótu eina grind fara á Kollafirði, men stutt eftir vóru grindaboð aftur, tá menn sóu eina grind út fyri Strondum.
Roynt varð at reka grindina inn á Skálafjørð, men enn einaferð máttu menn geva skarvin yvir, tí grindin var ring at hava við at gera.
- Teir fingu hana aldrin nóg langt inn so at hon kom til dráps. Teir fingu boð um ikki at øsa hana, so teir fóru róliga við henni, men hon lá og svam millum bátarnar, so teir fingu hana ikki heilt inn. Tí góvust teir bara og lótu hana fara, sigur Jacob Vestergaard.