Aage er fuglfirðingur, men hevur meginpartin av lívinum búð í Havn. Foreldrini vóru Rakul Malena Midjord og Steingrím Samuelsen, sum bæði vóru úr Fuglafirði.
Hann er úr stórum systkinaflokki. Tey vóru tólv - níggju dreingir og tvær gentur: Benny, Jákup (vanliga nevndur Jó), Flemming, Eilif, Herbert, sum doyði 28. februar í 1996, Gunnar, Vilborg, Randi, sum doyði 11. november í 1995, Torleif, Aage, Hugo og Stanley.
Aage fór sum fjúrtan ára gamal í prentaralæru á Dimmalætting 3. august 1959. Dimmalætting helt tá til í Erling Jalsgøtu, har sum Tryggingarfelagið Føroyar heldur til í dag. Seinastu 24 árini hevur arbeiðspláss hansara verið á Hálsi í Havn.
Av teimum 12 systkjunum í Fuglafirði hava seks brøður arbeitt á Dimmalætting, og vóru teir í mong ár ímyndin av blaðnum. Onkur hevur í skemti tikið til, at Samuelsen brøðurnir vórðu sendir til Havnar í læru á Dimmalætting beint eftir ólavsøku, og at teir møttu til arbeiðis hvønn morgun kl. 8.00 og fóru heim aftur tá teir vóru 67. Tað er ikki heilt onki í hesum. Teir hava allir verið trúfastir og nærlagdir í sínum arbeiði, Aage einki undantak. Hann er eins arbeiðsfúsur í dag, sum hann altíð hevur verið og hevur so at siga ongan sjúkradag havt øll hesi 50 árini.
Aage er giftur Sólvá, f. Klein, av Strondum. Tey eiga synirnar Allan og Eyðun.