Aaja Chemnitz heldur lítið um Rutte og Trump

- Nato hevur á ongan hátt rætt at samráðast um nakað sum helst viðvíkjandi Grønlandi - uttan okkum úr Grønlandi, skrivar Aaja Chemnitz, grønlendskur fólkatingslimur á Facebook

Grønlendski politikarin, Aaja Chemnitz, sum situr í danska fólkatinginum, er atfinningarsom mótvegis Nato-aðalskrivaranum, Mark Rutte.

 

Hon heldur lítið um, at aðalskrivarin í gjár var í samráðingum við amerikanska forsetan, Donald Trump, um Grønland - uttan, at grønlendsk umboð vóru til staðar.

 

- Nato hevur á ongan hátt rætt at samráðast um nakað sum helst viðvíkjandi Grønlandi - uttan okkum úr Grønlandi, skrivar Aaja Chemnitz á sínum Facebook-vanga, og tað er DR, sum endurgevur. 

 

Grønlendski politikarin og fólkatingslimurin umboðar Inuit Ataqatigiit, sum vil, at Grønland verður eitt sjálvstøðugt ríki.

 

Sambært norska kringvarpinum - NRK - er kki greitt, hvat rammuavtalan, sum amerikanski forsetin sipar til, ber í sær, og sambært Nato-aðalskrivaranum skal nakað av arbeiði gerast aftrat.

 

##med2##

 

Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, heldur, at fleiri av útsagnunum, sum amerikanski forsetin er komin við seinastu tíðina, eru "púrasta villir", sum hon tekur til.

 

Í Grønlandi eru fleiri ivingarsom um útsagnirnar hjá Donald Trump um, at hann hevur funnið eina loysn um framtíðina hjá Grønlandi.

 

- Amerikanski forsetin sigur seg hava tikið hóttaninar um at brúka hermegi í Grønlandi aftur, eftir at hann og Nato-aðalskrivarin eru samdir um eina rammuavtalu fyri Grønland, skrivar NRK í dag. 

 

 

 

Grønlenski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz