Føroyar endaðu á einum trettandi plássi í EM-endaspælinum, og fýra onnur norðurlond, Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland er millum 12 tey fremstu londini.
Ísland og Svøríki er millum liðini, ið manna millumbólk 2. Hini liðini er Ungarn, Kroatia, og úr okkara innleiðandi bólki: Slovenia og Sveis.
Ísland, Svøríki og Slovenia hava tvey stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum. Ungarn, Kroatia og Sveis hava einki stig.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia, kl. 14.30.
23. januar: Sveis – Ungarn, kl. 17.
23. januar: Slovenia – Svøríki, kl. 19.30.
25. januar: Slovenia – Ungarn, kl. 14.30.
25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.
25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.
27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.
27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.
27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.
28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.
28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
Allir dystirnir hjá Íslandi, ið nógvir føroyingar fara at heppa á síggjast á RÚV:
##med2##












