Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad leiktu í dag seinasta dystin hetta kappingarárið.
Í dysti á útivølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini leikti Aarhus Fremad javnt 2-2 móti B93.
Heimaliðið legði seg á odda í 24. minutti. Men Aarhus Fremad svaraði aftur við tveimum málum innanfyri fimm minuttir, ið Elias C. Egerton og Magnus Kaastrup syrgdu fyri, og so var Aarhus á odda 2-1 í steðginum. Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleik javnaði heimaliðið til 2-2.
Í teimum seinastu fimm dystunum megnaðu teir í Aarhus Fremad at vera ósigraðir.
Aarhus Fremad endaði næstfremst í niðara endaspælinum við 44 stigum. Gamla stórliðið úr Aalborg, AaB vann niðara endaspælið við 46 stigum. Men tað er neyvan nóg mikið til at gleða teirra mongu fjepparar.











