Við róðrið umborð á Pílinum situr Jannie Dam Jacobsen. Hon hevur vunnið meiri enn nakar annar í føroyskum kappróðri. Tað var við 6-mannafarinum Jarnbardi, at hon vann nógvar sigrar. Jarnbarndur er ikki mannaður við kvinnum í ár, g nú stýrir Jannie Pílinum við gentum 14-16 ára gamlar.
Fyrsta royndin gekk væl, tí í dag vann Pílur á norðoyastevnu.
Fleiri aðrar bátar fingu eins góðan og betri start enn Pílur. Men eftir starssputin var Pílur millum teir fremstu. Fyrstu løtuna kappaðist Pílur við Gulan, sum er nýggjur bátur hjá Havnar Róðrarfelag.
Á norðoyastevnu er tað lutakast, sum ger av, hvussu bátarnir liggja, meðan tað á hinum stevnunum eru teir bestu, sum liggja undir liðini á hvørjum øðrum mitt í røðini.
Í dag vóru Pílur og Gulin mitt í røðini, meðan Drekin lá eystastur. So við og við át Drekin seg fram, og í endaspurtinum var tað Drekin, sum bjóðaði Pílinum av. Tað eydnaðist tó ikki Drekanum at leggja heilt upp á síðuna av Pílinum, sum var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri, tá ið teir fóru um málið.
Firvaldur fótaði sær væl og tók Gulan og fór um málið á triðja plássi.
|
1 |
Pílur (RK) |
06:02.41 |
+00.00 |
7 | ||
|
2 |
Drekin (HR) |
06:05.03 |
+02.62 |
6 | ||
|
3 |
Firvaldur (FSR) |
06:08.31 |
+05.90 |
5 | ||
|
4 |
Gulin (HR) |
06:10.06 |
+07.65 |
4 | ||
|
5 |
Ørnin (SÍF) |
06:13.46 |
+11.05 |
3 | ||
|
6 |
Æðan (AR) |
06:26.16 |
+23.75 |
2 | ||
|
7 |
Broddur (Sumba) |
06:31.11 |
+28.70 |
1 |











