Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad vunnu í dag á Riisvangen leikvøllinum stórsigur 7-0 á Næstved í dysti í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Eftir bert 29 minuttir skoraði Aarhus Fremad fýra mál. Marcus De Claville við tveimum málum, og Mathias Kubel, Elias Egerton syrgdu fyri málunum í fyrra hálvleiki. Magnus Kirchheiner, Jashar Beluli og Simon Bækgård syrgdu fyri málunum í seinna hálvleiki.
Eftir 25 umfør er Aarhus Fremad greitt oddalið við 53 stigum. Middelfart hevur 47 stig, og liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager hevur 45 stig. Næstved, AB og Skive hava ávikavist 35, 34 og 33 stig.
Komandi fríggjadag klokkan 17 hevur Aarhus Fremad heimadyst móti Skive. Sama kvøld klokkan 18 hevur Fremad Amager heimadyst móti AB.