Nýggi áleyparin hjá AB, 28 ára gamli Aleksandrs Cekulajevs úr Lettlandi, var kappingarárið 2011/2012 í sonnum málhýri, tá ið hann spældi við JK Trans Narva í Estlandi. Hann skeyt ikki færri enn 46 mál í 35 dystum tað kappingarárið.
Nógvu málini sendu hann eina løtu á ovastu rók í kappingini um at vinna gylta skógvin, ESM Golden Boot. Á øðrum og triðja plássi vóru tá Cristiano Ronaldo og Lionel Messi.
Stigini í kappingini verða máld eftir hvussu nógv mál tú hevur skotið, og hvussu sterk deildin er, sum tú hevur skotið tey í. Cristiano Ronaldo og Lionel Messi fingu tvey stig fyri hvørt málið av tí at talan var um La Liga, meðan Aleksandrs Cekulajevs bara fekk eitt stig fyri hvørt málið eftirsum hann spældi í Estlandi.
Ronaldo, Messi og aðrir við fingu tó hópin av málum seinast í kappingarárinum, og hetta førdi við sær, at Aleksandrs Cekulajevs endaði á 10. plássi. Eitt pláss, sum hann mátti deila navnframum monnum sum Edinson Cavani, Falcao og Diego Milito.
Um enn ikki AB-áleyparin fekk flest stig í kappingini, so skeyt hann flest mál í heimligu kappingunum í Evropa hetta kappingarárið – nevniliga 46 mál. Avrikið vakti ans og Aleksandrs Cekulajevs slapp at royndarvenja við eitt nú turkiska Trabzonspor og týska MSV Duisburg.
Í Estlandi mettu tey avrikið vera eitt sindur misvísandi, tí hetta árið luttók FC Ajax Lasnamae í bestu deildini í Estlandi. Liðið endaði greitt aftast og fekk 192 mál ímóti sær í 36 dystum. Aleksandrs Cekulajevs skeyt heili 18 mál ímóti hesum liðnum hetta árið.
Síðani málskjótingina í Estlandi hevur Aleksandrs Cekulajevs spælt við feløgum í Ungarn, Malta og Teilandi. Nú er hann so á Argjum, har hann hevur skotið eitt mál í tveimum dystum.
ESM Golden Boot 2011/2012:
1. Lionel Messi (FC Barcelona) 50 x 2 = 100
2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid CF) 45 x 2 = 90
3. Robin van Persie (Arsenal FC) 30 x 2 = 60
4. Klaas-Jan Huntelaar (FC Schalke 04) 29 x 2 = 58
5. Zlatan Ibrahimović (AC Milan) 28 x 2 = 56
6. Mario Gomez (FC Bayern München) 26 x 2 = 52
6= Wayne Rooney (Manchester United FC) 26 x 2 = 52
8. Bas Dost (sc Heerenveen) 32 x 1.5 = 48
8= Burak Yilmaz (Trabzonspor AŞ) 32 x 1.5 = 48
10. Edinson Cavani (SSC Napoli) 23 x 2 = 46
10= Falcao (Club Atlético de Madrid) 23 x 2 = 46
10= Diego Milito (FC Internazionale Milano) 23 x 2 = 46
10= Aleksandrs Cekulajevs (JK Trans Narva) 46 x 1 = 46