Jóannes Hansen
---
Vit flyta ikki niður. Soleiðis tók AB venjarin, Sámal Eril Hentze, upp í saman vikuskifti eftir vikuskifti í vár, tá ið AB aftur og aftur fór av vøllinum uttan at hava megnað at vinna nakað stig. Seks tey fyrstu umførini vóru argjamenn krøktir.
Ikki fyrrenn í 7. umfari, sum var í Gundadali ímóti B36 flaggdagin, eydnaðist tað at vinna fyrsta stigið. Ta ferðina var úrslitið 1-1. Útjavnandi málið hjá AB eitt korter undan leikloki skoraði Dion B. Splidt. Í dramatisku grannauppgerðini í Vika í gjár, tá ið tað endaði við 3-2 heimasigri, átti Dion sín leiklut, sum vit venda aftur til um eina skamma stund.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki bendi einki á, at talan skuldi verða um spennandi uppgerð, hóast tað úti á vøllinum gekk javnt á. B36 veteranarnir Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg løgdu B36 framum 2-0, og tað vóru argjafólk ikki so fegin um, sum tey í søguligum høpi plagdu at vera, tá ið B36 skoraði. Árstalsfelagið var liðið hjá teimum flestu uttanfyri ánna, har tað kendist vera langt til lokala umboðan í fremstu røð.
Soleiðis er tað ikki longur. AB hevur strítt seg upp í bestu deildina, og nú gella orðini hjá Sámal Eriki Hentze við tyngd. Hóast AB framvegis er undir strikuni, so sigur gongdin nógvu tey seinastu umførini, at AB ikki fer at flyta niður, og at tað verður okkurt av hinum feløgunum, sum fer at flyta niður, um tað yvirhøvur verður neyðugt at finna ein ella tveir dumpikandidatar.
Rættur hugburður og trúgv upp á, at tað skal bera til boygdu B36, sum mundi kenna seg tvær ferðir missa á stokkinum. Dygst undan steðginum minkaði væl upplagdi miðvallarin Dion B. Splidt um munin, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru heilfluktaði bóltin í málið.
Men hóast AB royndi, so gekk tað í 2. hálvleiki trekt at koma aftur í aftur. Heilivágurin fyri at fáa tað at eydnast var enn eina ferð at seta Karstin Højgaard inn í álopið. Hann varð skiftur inn í 68. minutti, og seks minuttir seinni javnaði hann eftir innlegg úr vinstru frá Bjarti Kjærbo.
Sjey minuttir undan leikloki varð Sorin Anghel vístur av vølli, tá ið hann hevði sæð gult fyri aðru ferð, og so tevjaði B36 aftur fulla úrtøku. Álopsbogin varð spentur, men tað slerdi orduliga bakk, og tað var øgiliga dramatiskt.
B36 málverjin Tórður Thomsen kendi seg noyddan uttanvert brotsteigarmarkið at steðga Karstini Højgaard. Tað sá málverjin reytt fyri. Tí noyddist innskifti Súni Olsen í málverjubúnan. Men hann megnaði einki at gera við frísparki hjá Dioni B. Splidt, sum harvið skoraði sigursmálið og við triðja málinum í ár ímóti B36 syrgdi fyri, at AB higartil hevur vunnið fýra stig ímóti grannunum.
Fótbóltsliga er alt á gosi á Argjum. Eftir sigrar á Víkingi, TB, NSÍ og B36 og javnleik í Klaksvík standa meistararnir í EB/Streymi nú fyri tørnið. Tann dysturin verður á Argjum leygardagin 27. juli, og tað kann fara at vísa seg at verða vorðið sum fótbóltsligt ólavsøkupreludium hjá AB, sum við 13 stigum í fimm teimum seinastu umførunum við stórum stigum tekur seg inn á Víking og TB, og tey longri uppi á talvuni skulu heldur ikki kenna seg so trygg.
Í B36 var vónbrotið stórt. Hetta var enn eina ferð staðfesting av, at tað er torført hjá árstalsfelagnum at vinna á útivølli. Einastu sigrarnir higartil í ár aðra staðni enn í Gundadali hava verið í Sørvági og í Klaksvík. Ólavsøkuaftan verður aftur stór avbjóðing á skránni, tá ið væl uppløgdu fuglfirðingarnir koma í Gundadal.
AB-B36 3-2 (1-2)
0-1: Lukasz Cieslewicz 11.
0-2: Jákup á Borg 15.
1-2: Dion B. Splidt 45.
2-2: Karstin Højgaard 74.
2-3: Dion B. Splidt 90.+2.
Dómari: Lars Múller
AB: Símun Rógvi Hansen
Morten Overgaard, Rói Danielsen
Jónas Stenberg (Kári Nielsen, 61.) Beinir Ellefsen
Mikkjal Hentze (Bjartur Kjærbo, 61.), Jobin Drangastein, Sorin Anghel
Dion Splidt, Keita (Karstin Højgaard, 68.), Rógvi Poulsen
Gult kort: Sorin Anghel, Morten Overgaard, Mikkjal Hentze
Reytt kort: Sorin Anghel 83. (tvey gul)
B36: Tórður Thomsen
Hørður Askham, Robert Heðin Brockie
Høgni Eysturoy Símun Joensen Jákup á Borg, Evrard Blé (Súni Olsen, 72.), Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen (Rasmus Dan Sørensen, 83.)
Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal (Benjamin Heinesen, 90.)
Gult kort: Høgni Eysturoy, Símun Joensen
Reytt kort: Tórður Thomsen 90. (beinleinleiðis reytt)