AB fer neyvan at flyta upp

1. DEILD: Í kvøld styrkti Víkingur um sína støðu sum topplið, tá ið tað í Sarpugerði endaði við 4-2 heimasigri

Argjamenn hava hingið í og livað í vónini um, at tað fór at eydnast at flyta upp aftur í bestu deildina, sum AB í fjør flutti niður úr.

 

Í kvøld var AB í Sarpugerði, har fyrsti dystur í 25. umfari var spældur. Víkingur vann 4-2. Merkisvert var tað, at eingin av teimum, sum plaga at vera á listanum í bestu deildini, var á vøllinum í kvøld.

 

Heimasigurin ber við sær, at víkingarnir styrktu um sína støðu sum topplið. Víkingur hevur 48 stig, og tað eru átta stig aftur til FC Suðuroy og B36, sum hava spælt tveir dystir færri enn toppliðið.

 

Nú AB hevur tveir dystir eftir at spæla, hava argjamenn 36 stig, og teir hava spælt tveir dystir fleiri enn FC Suðuroy og B36. B71 er á fjórða plássi við 38 stigum fyri 24 dystir.

 

Í kvøld var tað Óla Kristian Skála Jacobsen, sum tekur sær av deyðbóltum hjá Víkingi, sum legði heimaliðið á odda í 8. minutti. Hetta var fjórða málið í ár hjá Óla Kristian, sum noyddist av vøllinum longu eftir ein hálvan tíma.

 

Eftir eitt stórt korter var tað Bjørn Bakk Bjarkhamar, sum økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Sigmund Hansen á Líðarenda.

 

Tá ið ein hálvur tími var farin, minkaði AB um munin. Málskjútti var Bartal Skaalum Petersen. Hetta var sætta málið hjá honum í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Jákup Martin Jarnskor um munin til 3-1. Hetta var níggjunda málið hjá honum í ár.

 

Tíggju minuttir seinni økti Víkingur um munin til 4-1. Aftur var tað Bjørn Bakk Bjarkhamar, sum var málskjútti. Hann hevur nú skorað átta mál í ár.

 

Fýra minuttir undan leikloki minkaði Rasmus Dan Sørensen um munin til 4-2. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer AB at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy og á heimavølli ímóti AB.

 

Víkingur eigur NSÍ á útivølli og B36 á heimavølli.

 

 

 

Víkingur – AB 4-2 (2-1)

 

1-0: Óla Kristian Skála Jacobsen 8.

 

2-0: Bjørn Bakk Bjarkhamar 17.

 

2-1: Bartal Skaalum Petersen 29.

 

3-1: Jákup Martin Jarnskor 64.

 

4-1: Bjørn Bakk Bjarkhamer 74.

 

4-2: Rasmus Dan Sørensen 86.

 

Dómari: Rúni Olsen

 

 

 

Víkingur251465633148
FC Suðuroy2310103462940
B36231175453040
B71241086352738
AB25998453036
TB248124332236
NSÍ247710334228
248313274527
FC Hoyvík244614194818
HB242616246612

 

 

 

Leygardagin 5. oktober

 

FC Hoyvík – FC Suðuroy: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

Sunnudagin 6. oktober

 

KÍ – HB: Annfinn Hjaltalin kl. 14.00

 

B36 – NSÍ: Leivur Zachariassen kl. 13.00

 

TB – B71: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00