AB steðgaði sigursrøðini hjá Skála

Tað er gott fótbóltslag á Argjum í kvøld. Eftir at tað í nakrar vikur ikki hevur sæð so ljóst út, so er tað í kvøld mangt, sum bendir á, at AB aftur næsta ár fer at verða partur av bestu deildini.

 

Lykladysturin í 24. umfari var á Argjum, har Skála, sum ikki hevur tapt í 21 dystum á rað, vitjaði. Skála legði seg framum í 1. hálvleiki, tá ið heimaliðið var so óheppið at gera sjálvmál, eftir at fríspark var sent innfyri. Eftir steðgin svaraði AB rudduliga aftur. Argjamenn vóru sera uppsettir og grammir, teir skoraðu tvey mál, og harvið vunnu teir 2-1. Sigurin ber við sær, at AB nú er á øðrum plássi og harvið hevur kós ímóti uppflyting.

 

Í kvøld hevur oddaliðið í næstbestu deildini, 07 Vestur, vunnið á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ, men tað leyp einki av!

07 Vestur legði seg á odda, tá ið tað restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. NSÍ svaraði aftur og javnaði eftir steðgin, og so var tað orduliga striltið hjá heimaliðnum, sum misnýtti onkrar møguleikar, áðrenn tað loksins eydnaðist at skora sigursmálið til 2-1!

 

Brian Olsen, sum í summarsteðginum flutti úr EB/Streymi og til 07 Vestur, skoraði bæði málini hjá heimaliðnum, og Dánial Hansen stútaði málið hjá NSÍ. Og í Klaksvík vunnu teir næstbestu hjá KÍ 8-0 á teimum næstbestu hjá B68, og í Gundadali vunnu teir næstbestu hjá HB 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Mynd: Tróndur Arge