AB tryggjaði sær sigurin í síðstu løtu

Tað var gott lag í AB ferðalagnum, sum fyrr í kvøld fór úr Runavík við 3-2 sigri.

At lagið var gott, var ikki so undarligt. Tá ið tað restaðu tveir minuttir, var NSÍ frammanfyri 2-1.

Tróndur Sigurðsson legði AB framum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki skoraði NSÍ fyrst tvey mál. Klæmint A. Olsen javnaði til 1-1, og Dejan Stoikovic legði NSÍ framum 2-1.

Hóast AB royndi at trýsta, so bendi alt fram ímóti dystarenda á, at heimaliðið skuldi vinna øll stigini.

Men so javnaði Tróndur Sigurðsson til 2-2, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, stútaði Rói Danielsen sigursmálið fyri AB, eftir at fríspark var lagt innfyri úr vinstru.