Abbin er sera stoltur

Johan Byrial Hansen heldur, at møguleikin at spæla á føroyska landsliðnum kann læta dyr upp fyri honum, sum annars ongantíð høvdu farið úr lási.

Tað eru ikki stórvegins útskiftingar í landsliðshópinum. Spælararnir eru so at siga teir somu hvørja ferð. Teir hava verið ofta saman, og teir flestu kenna allar hinar stak væl.

Tá landsliðið vandi á Svangaskarði í fyrrakvøldið, var ein nýggjur maður í hópinum. Hann eitur Johan Byrial Hansen, og hann hevur ongantíð spælt í føroyskum fótbólti.

At ein spælari kemur í landsliðshópin, uttan at hann hevur umboðað eitt føroyskt felag, er spildurnýtt. Ikki færri enn ellivu av teimum átjan, sum í hesum døgum eru á Svangaskarði, umboða útlendsk feløg. Men burtursæð frá nýggja manninum, sum eitur Johan Byrial Hansen, hava allir hinir, sum hava verið og eru í landsliðshópinum, spælt í einum av føroysku feløgunum, tá teir fyrstu ferð fingu landsliðsboð.


Familjan

Eingin ivi er um, at Johan Byrial Hansen hevur rætt at umboða Føroyar í altjóða fótbólti. Mamman eitur Árna. Hon er av Toftum ? systir Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjara hjá Allani Simonsen. Pápin er hálvur føroyingur og hálvur dani:

? Abbi mín er úr Kollafirði. Hann eitur Johan Hansen. Hann hevur verið trúboðari, og í síni tíð var hann fyristøðumaður á sjómansheiminum í Havnini. Tað var tá, at pápi mín, sum eitur Leivur, og mamma hittust. Tey hava búð í Horsens, har eg eri føddur og uppvaksin.

Hvat sigur familjan til, at tú nú ert úttikin at umboða Føroyar í fótbólti?

? Mamma heldur tað vera sera spennandi, og henni dámar tað væl. Abbi er beinleiðis stoltur av, at eg havi fingið møguleikan at koma í landsliðshópin í føðilandinum hjá honum.

Hvar sigur felagið hjá tær til landsliðsmøguleikan?

? Teir í OB ynsktu mær tillukku, og so mintu teir meg á, at um eg spældi eina ferð á føroyska landsliðnum, so kundi eg ongantíð spæla á danska landsliðnum.

Og hvat segði tú til tað?

? Tað var eg greiður yvir, og tað havi eg ongar trupulleikar av. Eg fái møguleikan at spæla á einum landsliði nú, og eg veit ikki, um eg nakrantíð fái hann aftur.

Kennir tú teg sum føroying?

? Eg eri uppvaksin í Danmark, og danskt er fyrsta málið hjá mær. Men eg havi a.ltíð vitað, at eg havi djúpar familjurøtur í Føroyum, og um tað ikki gongur alt ov skjótt, so skilji eg eisini tað, sum verður sagt.

Er tað langt síðani, at tú vart í Føroyum síðst?

? Eg var og ferðaðist á Toftum fyri níggju árum síðani. Tá vandi eg við B68, og eg minnist, at eg spældi venjingardyst við unglingunum ímóti einum av yngru landsliðunum. So tað er ikki púra fremmant, at vera í hóslag við eitt føroyskt landslið.

Nær gjørdist tú greiðir yvir, at møguleikin fyri at spæla á føroyska landsliðnum ikki var púra burtur?

? Mikudagin ringdi Allan Simonsen. Hann boðaði frá, at eg var úttikin. Tað var fyrsta ferðin, at eg fekk eina ítøkiliga fráboðan um, at eg var inni í myndini. Síðsta vetur var upp á tal, at eg í ár skuldi spæla í føroysku landskappingini. Tá var møguleikin fyri landsliðnum nevndur. Eg endaði í OB, og so datt tað tosið burtur.


Venjarin kendi mannin

Johan Byrial Hansen verður 25 ár 18. september. Inntil í summar hevur hann bara búð í Horsens, og tað er har, at hann hevur spælt fótbólt:

?Tey fyrstu árini í vakstramannafótbólti var eg á seriuliðnum hjá Horsens. Seinni kom eg á divisiónsliðið, og har havi eg spælt 120 dystir ? eitt skifti saman við Jan Allani Müller, og Jens Erik Rasmussen var eisini har nakrar mánaðar. Horsens er í næstbestu deildini, men tá sáttmálaskeiðið við teir var liðugt í vetur, gjørdi eg av at royna okkurt nýtt. Tá OB í vár var áhugað at bjóða mær sáttmála, gjørdi eg av at taka av.

Vart tú fulltíðar yrkisspælari í Horsens?

?Yvirhøvur ikki. Har fór bara ein brøkpartur av tíðini til fótbóltin. Í OB er tað nógv øðrvísi, har eru vit umleið 20 fulltíðar yrkisspælarar. Hetta er púra nýtt fyri mær, men eg skal ikki klaga. Higartil havi eg spælt partar av seks dystum. Vónandi verður tað heilt skjótt, at eg fái pláss ímillum teir fyrstu ellivu.

Hvussu ber tað til, at OB vísti akkurát tær áhugað?

? Tað man hava verið venjarin, sum hevur havt ein fingur við í spælinum. Venjarin hjá OB eitur Troels Bech. Í 1999 var hann venjari hjá okkum í Horsens. Hann flutti úr Horsens og til Ikast. Hetta var stutt frammanundan, at Ikast og Herning gjørdu av at fara saman í FC Midtjylland. Tá varð yvirskot av spælarum og venjarum í nýggja felagnum. Troels Bech, ið er gift við Maluni, sum eisini er úr Føroyum, flutti til Odense, og so var tað, at felagið sendi boð eftir Johan Byrial Hansen.


Møguleikarnir

Johan Byrial Hansen letur væl at móttøkuni, sum hann fekk hósdagin seinnapart:·

? Eg havi ikki fingið muss og klemm, sum man sigur, men tað hevur næstan verið tætt við. Vit hava verið lítið saman enn, men spælararnir skulu eiga, at teir hava verið framúr vinarligir.

Johan Byrial Hansen dugir einki at siga um, hvørvítt hann verður á liðnum í morgin ella ikki:

? Um Allan Simonsen sigur, at eg skal spæla, so verði eg sera fegin. Um hann heldur, at eg skal sita á beinkinum so skilji eg hann væl. Tað er sjáldan at ein nýggjur maður kemur í hópin og fær pláss á liðnum upp á standandi fót.

Kanst tú brúka føroyska landsliðssessin til nakað?

? Eg havi, sum allir aðrir fótbóltsspælarar hava tað, nakrar dreymar. Tað at spæla á einum landsliði er altíð eitt stórt upplivilsi, sum vónandi eisini ber møguleika fyri ferðaminnum við sær. Altjóða fótbóltsdystir geva royndir, sum eiga at koma til góða í felagnum, og møguleikin fyri at fremmand feløg fáa áhuga fyri tær økiswt, um tú ert landsliðsspælari.

Droymir tú um at gerast yrkisspælari í útlandinum?

? Tað gera allir fótbóltsspælarar. Men eg veit, at tað er torført. Fyrsta treytin er at spæla á felags liðnum hvørja ferð. Málið hjá mær er at gerast fastur maður á liðnum hjá OB. Um tað eydnast, rokni eg við, at møguleikin fyri plássi á føroyska landsliðnum verður størri. Men tað skal arbeiðast miðvíst fyri at røkka málinum.