ABC-Renning í Klaksvík

Í gjármorgunin klokkan 11 varð skipað fyri renning undir heitinum ABC-renning í Klaksvík. Hetta sum patur av sálarheilsu-vikuni - ABC fyri sálarliga heilsu, har lyklaorðini eru at vera Virkin, at vera Saman og at vera Hugbundin

 

Við sálarheilsutiltakinum hevur verið sett sjóneyka á ABC fyri sálarliga heilsu alla hesa vikuna, og í dag endaði vikan við tiltakinum "Gakk ella renn" fyri heilsuna, sum Treysti og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri saman. 

 

Tiltakið byrjaði við Býráðshúsið klokkan 11, har væl av fólki møtti -  og eftir túrin varð boðið leskandi frukt og svalandi vatn, kaffi og te í Býráðssalinum.