AC Milan eitt stig frá Scudetto

 

Ikki síðani 2004 hevur AC Milan vunnið italsku landskappingina, men nú teir bara eitt stig frá at koppa grannunum úr Inter av toppinum. Síðani Calciopoli skandaluna í 2006, sum rakti flestu toppliðini í Italia, hevur Inter Milan siti á fremsta plássinum í Seriu A. Men í ár sær út til, at tað verða grannarnir úr AC Milan, ið fara at vinna fyrsta italska meistaraheitið síðani 2004.

 

AC Milan hevði í vikuskiftinum vitjan av Bologna. Tað bleiv til ein tepran 1-0 sigur til teir reyðu og svørtu. Tað var fyrrverandi Arsenal miðvallarin, Mathieu Flamini, ið skoraði einsamalla málið í dystin longur eftir átta minuttir.

 

Inter Milan gjørdi sína skyldu á útivølli móti Cesena, har fyrrverandi Sampdoria framherjin, Giampaolo Pazzini, skoraði tvey mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Eisini Napoli, sum liggur á triðja pássi, greiddi sína skyldu og vann 1-0 á Genoa við mál frá Marek Hamsik.

 

AC Milan er átta stig frammanfyri Inter Milan, sum liggur nummar tvey, nú trý umfør eru eftir í Seriu A.