Størsta navnið av teimum 16, sum higartil eru komin á listan til festivalin í Kirkjubø í summar, eru svensku ?Ace of Base? ?Við Múrin? kallast nýggjasti tónleikafestivalurin, sum verður í Kirkjubø í summar. Høvuðsnavnið verður Ace of Base.
Ace of Base eru úr Svøríki. Bólkurin varð stovnaður í Gøteborg í 1990 av teimum trimum systkjunum, Malin (Linn) Berggren, Jenny Berggren, Jonas Berggren og vinmaður teirr, Ulf Ekberg.
Festivalurin verður norðan fyri Kirkjubøgarðin og fevnir um alla bygdina.
Atongumerkini kosta 795 krónur nú í jólamánaðinu, men hækkar síðani.
Pláss verður fyri 4-5.000 fólkum á festivalinum í Kirkjubø.