Bretska Adele var stórvinnarin av Grammy í nátt. Hon vann heilar fimm virðislønir, tær eru ársins útgáva, ársins fløga, átsins sangur, ársins solo framførsla innan poppsjangruna og ársins besta pop vokalalbum.
David Bowie, sáli, var eisini millum stóru vinnararnar. Bretski sangarin fekk virðisløn fyri ársins bestu rokkframførslu, ársins besta rokksang, ársins alternativu fløgu, ársins bestu albumcover, ársins besti ljóðteknikkur á ikki-klassiskum útgávum.
Eins og altíð vóru fleiri stórar stjørnur á Grammy pallinum, men hesaferð vóru ljóðviðurskiftini ikki av tí besta, og tað mundi endað galið, tá ið Metallica framførdi. Tí forsangarin, James Hetfield, varð noyddur at syngja í mikrofonina hjá Lady Gaga, sum hann framførdi saman við. Og tað gjørdi hann so firtnan, at hann tveitti sín guitar í heysin á einum tøkningi, tá ið tey vóru liðug at framføra.
Soleiðis var eisini, tá ið Adele framførdi. Hon skuldi framføra eitt lag til heiðurs fyri George Michael, men bretski bólkurin steðgaði mitt í framførsluni, tí Adele var ikki nøgd við ljóðið.
Av øðrum tingum kann sigast, at danski Lukas Graham var tilnevndur til tríggjar virðislønir, men tað eydnaðist ikki at vinna nakrar teirra.