TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andrass Thomsen frá B36 greiða frá stóra fótbóltsdegnum "Adidas Summarcup", sum verður leygardagin 11. juli.
Kappingin er fyri børn og ung, frá U6 til U17 aldur. Kappingin verður á niðari vølli, á Tórsvølli, og á vøllinum á Argjum, tí ovari vøllur verður skiftur út tá.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 1. juli.
(Mynd: summarcup.fo)